HM í inniróðri gjørdist eisini í 2026 ógvuliga væleydnað og minniligt fyri mongu dugnaligu og sterku føroysku rógvararnir.
Tær flestu finalurnar vóru yvir alnótina í Fuglafirði í gjár, men longu í síðstu viku gjørdist blaðunga Kristvør Clementsen heimsmeistari við flottum avriki á maskinu á Kambsdali.
Les eisini: Kristvør Clementsen fyrsti føroyski heimsmeistarin
Leygardagin fingu Føroyar enn ein heimsmeistari í U17, sum prógvar tað, sum Vár Guriardóttir Hansen segði við FM1 hósdagin: Føroyar hava nógvar dugnaligar ungar rógvarar á veg, sum í fleiri førum eru frammanfyri sínar javnaldrar.
Tað var Vár D. í Húsinum, sum gjørdi bart við bestu tíðini í sínum aldursbólki innan ein minutt - løtu seinni gjørdi Vár G. Hansen tað sama.
Tann eldra Vár gjørdi ikki mætari enn at seta heimsmet (368 metrar innan 1 minutt), sum eisini var mál hennara.
Vár í Húsinum fegnast saman við Saritu Kristinu Hansen, sum er venjari hennara í KÍF
Sarita Kristina Hansen gjørdi aftur bart til eitt HM í inniróðri (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sarita Kristina Hansen og Jóhanna av Steinum høvdu góðar róðrar, og endaðu við silvurheiðursmekjum - Jóhanna fekk eisini eina bronsu í hús, og tað gjørdi ungi Pauli Joensen eisini á 1.000 metrum.
Gull og heimsmeistar:
Vár D í Húsinum (U17) - við 325 metrum innan ein minutt
Vár G. Hansen (23-39 ár) - við 368 metrum innan ein minutt *
Kristvør K. Clementsen (U17) - á 5.000 metrum (20.20.3 min)
* Heimsmet
Silvur:
Sarita Kristina Hansen (Lættvekt, 23-39 ár) - á 5.000 metrum (19.35.8 min)
Jóhanna av Steinum (45-49 ár) - á 5.000 metrum (19.24.6 min)
Bronsa:
Jóhanna av Steinum (45-49 ár) - við 338 metrum innan ein minutt
Vár Guriardóttir Hansen (23-39 ár) - á 1.000 metrum (03.15.6 min)
Pauli Joensen (17-18 ár) - á 1.000 metrum (03.00.2 min)
![]()
Eitt HM-heiðursmerki í síðstu viku og aftur í gjár: Jóhanna av Steinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí eisini: Vár og Vár heimsmeistarar
Kristvør Clementsen (1.000 metrar) og Símun Heinesen (5.000 metrar) vunnu ikki heiðursmerki í gjár, men bæði setti persónligt met. Sum heild vóru fleiri persónlig met till innleiðandi og til HM-finalurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald