Hondbóltur

Átta ungdómslandsdystir komandi vikuskifti

U16 menn fáa vitjan av íslendingum, meðan U16 kvinnur, U18 kvinnur og U20 menn fara til Íslands.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2024-05-27 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikuskiftið kemur íslendska U16-manslandsliðið á vitjan til tveir venjingardystir móti Føroyum. Samstundis fara trý landslið til Íslands at spæla vinardystir. Talan er um U16- og U18-kvinnur og U20-menn.

Dystirnir í Føroyum vera ávikavist leygardagin á Giljanesi og sunnudagin í Kollafirði. Báðir dystirnir eru klokkan 15.

Dystirnir í Íslandi verða leiktir leygardagin og sunnudagin á Safamýri, sum er heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík. Enn eru endaligu tíðspunktini ikki ásett, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Tey, sum eru úttikin til dystirnar, eru:

U16 menn

Málverjar:
Micah Wardum, H71
Jákup Müller, Neistin
Rókur av Skarði, Neistin
Brandur á Líknargøtu, VÍF

Útileikarar:
Jóan Petur Mortensen, H71
Regin Dam, Neistin
Jákup Jacobsen, KÍF
Gilli Reginsson, Neistin
Jógvan í Lon, H71
Teitur Hellisdal, Kyndil
Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Hákun Rask Olsen, Neistin
Petur Tóri Jacobsen, H71
Hugin Halgirsson, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Gabriel Petersen, Kyndil
Sámal í Selvindi, StÍF
Rani Johannesen, Neistin
Mortan Eyðunarson, Neistin
Ragnar Heinason, H71
Brandur Dánialsson, Kyndil
Árni Lassen, Neistin
Ronni Reyðberg, Team Klaksvík
Dávid Høganson Viderø, H71

U20 menn

Málverjar:
Tórstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Útileikarar:
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71
Philip Harper Müller, Neistin
Niklas Gaard, Neistin
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71
Høgni Højsted, H71
Eyðbjørn Heini Danielsen, KÍF
Rókur Ziskason, H71
Tróndur Johnsson, VÍF
Búi Poulsen, Grindsted IF
Óla Jákup Olsen, VÍF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Høgni Heinason, H71

U18 kvinnur

Málverjar:
Anita Dahl, H71
Maria Beder, VÍF
Gylta á Neystabø, Kyndil

Útileikarar:
Ró Reginsdóttir, Kyndil
Helena Magnusardóttir, H71
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Fjóla Skaalum Vilhelm, Ikast FS
Sigrid Eidesgaard, EB
Elida Joensen, Ikast FS
Katrin Hansen, Ajax København
Lív Rouch, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Joan Johannesen, Kyndil
Agatha Kjærbæk Djurhuus, VB
Sofie Højgaard, EH Aalborg

U16 kvinnur

Málverjar:
Lý Haraldsen, EB
Mai Olivia Høgnadóttir, VÍF

Útileikarar:
Halla Haldansen, VÍF
Amilia Agnarsdóttir, VÍF
Martha Rógvadóttir Thorsen, VÍF
Maria Petersen, Tjaldur
Sólveig Ripley, H71
Leona Djurhuus, VB
Anna á Borg, H71
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Lív Berg á Lag, H71
Emily Andresen, Kyndil
Meta av Fløtum, Neistin/ÍA
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Poula Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Karin Durhuus, BK Ydun

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder