H71 hevur tryggjað sær annað - nú er tað upp til vestmenningar og kollfirðingar taka endaliga stríðið um hitt finaluplássið í Burn-deildini.
KÍF spældi sín besta dyst í kappingarárinum, tá liðið fyri viku síðani í Kollafirði vann við níggju málum á VÍF í fyrstu hálvfinaluni.
Tá riggaði einki hjá VÍF í 2. hálvleiki, men bert tríggjar dagar seinni svaraðu vestmenningar so dyggiliga aftur við at vinna 30-17 í hálvfinalu nummar tvey.
Harvið hava bæði liðini funnið uppskriftina til at basa hinum, og so er spurningurin, hvør riggar betri í kvøld, og hvør rakar dagin.
VÍF er í favorittleiklutinum. Liðið hevur verið FM-favorittur alt árið. Lagt er tó upp til eina spennandi triðju hálvfinalu í Vestmanna, har alt stendur uppá spæl millum grannarnar.
Hálvfinala nummar trý millum liðini byrjar klokkan 19.30. Dysturin sæst á live.hsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald