Liðið, sum tey ið vanliga halda við KÍ, skulu halda við í steypafinaluni leygardagin, verður funnið í Klaksvík um nakrar tímar. KÍ endaði á 3. plássi í Betrideildini, og av tí at Føroyar bert hava trý pláss í evropeisku kappinginum í 2021, so er tað at enda nummar trý ikki nóg mikið, um steypavinnarin er lið, sum endaði nummar fýra ella niðanfyri. Víkingur endaði nummar fimm men spældi seg í gjárkvøldið í steypafinaluna og kann harvið tryggjað sær steyp og evropeiskt pláss. Tað skal ein sigur til móti HB ella NSÍ.
Hjá HB snýr tað seg um greipuna. Mest vinnandi felagið í føroyskum mansfóbólti hevur ikki vunnið eina slíka síðani 2004. Liðið hjá Jens Berthel Askou hevði eitt frálíkt kappingarár í Betrideildini, har 24. meistaraheitið felagsins kom í hús við 69 stigum. Í steypakappingini hevur liðið spælt seg víðari eftir 1-1 og síðani sigur eftir brotssparkskapping. Fyrst í Klaksvík í juli og mikukvøldið í Sørvági móti 07 Vestur, sum í ár hevur spælt í 1. deild. HB hevur nú havt tríggjar dagar uttan dyst, og bitin í dag verður á pappírinum væl størri.
NSÍ varð í ár fyrsta liðið, sum vann á HB, og í triðseinasta umfari vóru runavíkingar tvær ferðir á odda á Tórsvølli. Hetta var fyrsti dystur, har Allan K. Jepsen stóð á odda. Tað endaði við javnleiki móti HB, ið kortini gjørdist meistari nakrar dagar seinni, og NSÍ vann sínar seinastu dystir - heima móti KÍ og úti móti B36 - og tryggjaði sær harvið 2. pláss. Hægsta stigatalið nakrantíð rakk til silvur og evropeiskt pláss hjá NSÍ, sum eisini kom víðari eftir brotssparkskapping í 1. umfari (Við Margáir) og sum vann 1-0 á Skála við Løkin mikukvøldið.
Petur Knudsen var í hopla, tá liðini spældu við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)
Í dystunum millum liðini í ár hevur serliga eitt navn verið sera umráðandi. Petur Knudsen var frálíkur í 2-0 sigrinum hjá NSÍ við Løkin, og tað var hann eisini í 2-2 dystinum fyri einum mánaði síðani. Tá HB vann uppibornan 2-0 sigur 2. august, var Petur ikki við. NSÍ hevur spælt meira álopskent undir Allan Jepsen, og fer í dag at royna at koppa HB. Talan verður helst um ein sera spennandi dyst.
Vit verða til staðar við Djúpumýru, har vit dagføra frá hálvfinaluna, hava myndir frá henni. Aftaná taka vit samanum - eisini við umboðum fyri liðini. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Hálvfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Sunnudagin 29/11
15.00: HB - NSÍ (Í Klaksvík)
Leygardagin 28/11 í Runavík
Víkingur - B36 2-1 (1-1)
22' Alex Mellemgaard (br.) 0-1
25' Jákup Johansen 1-1
67' Ari Olsen 2-1
Reytt kort: Símun Rógvi Hansen (52')
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald