Fótbóltur

Avgerðin um hálvfinaluplássini fellur í morgin

Fýra stórfavorittar eru í fjórðingsfinaluni um Løgmanssteypið.

Víkingur tekur ímóti TB - tað verður tó uttan Boga Reinert-Petersen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur tekur ímóti TB - tað verður tó uttan Boga Reinert-Petersen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-24 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, hvør kann møta hvørjum í hálvfinalunum um Løgmanssteypið, sum verða leiktar í vikuskiftinum.

Les eisini:  Greitt hvussu hálvfinalurnar verða leiktar

Tað liggur í luftuni, at Víkingur og B36 fara at bresta saman - helst í Runavík - og at NSÍ og HB skulu spæla - helst í Klaksvík. Hesi fýra nevndu liðini eru íhvussu er stórfavorittar í fjórðingsfinalunum, ið verða leiktar í annaðkvøld. Øll uttan HB eru á heimavølli, men føroyameistararnir skulu spæla ímóti liði, sum hevur leikt í 1. deild í ár.

Tað eru tvær og ein hálv vika síðani, at liðini seinast hava spælt, so tað eru ikki optimlar fyritreytir, og ymiskt tilvildarligt kann henda. Hjá B36 verður tað við nýggjum venjaratoymi, men spælast skal ímóti liði, sum helst hevur hálvt eyga á sín upp og niðurflytingardyst, sum helst verður leiktur sunnudagin. Víkingur skal spæla uttan leikbannaðu Atla Gregersen og Boga Reinert-Petersen, og TB hevur í ár fingið stig í Sarpugerði.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið 
Mikudagin 25/11

17.00: Víkingur - TB

19.00: 
B36 - AB
NSÍ - Skála
07 Vestur- HB


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder