
Triðseinasta umfar í Betri-deildini varð leikt seinnapartin. Tveir dystir byrjaði klokkan 15.00, har bæði AB og 07 Vestur, ið stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, vunnu heimasigrar.
Les meira her
Hinir tríggir dystirnir byrjaðu klokkan 15.00. Har var ikki eins nógv uppá spæl, men við úrslitunum í dag er endaliga greitt, at NSÍ skal spæla evropeiskan fótbólt komandi ár, og at EB/Streymur framvegis kann koma í trupulleikar. Hesi bæði liðini leiktu ein undirhaldandi dyst í Hólmanum, har heimaliðið tvær ferðir kom á odda, men har eitt hattrick frá Árna Frederiksberg var við til at tryggja runavíkingum trý stig. Undirhald og vøkur mál vóru á breddanum á Eiði.
Á Skála skrivaði HB søgu. Føroyameistarin hevur framvegis vunnið allar dystirnar uttanfyri Gundadal í ár - í dag var talan um níggjunda sigurin á rað hjá suverna HB-liðnum. HB hevur nú javnað metið, ið B36 setti í 2011. 67 stig er tað hægsta nakað lið hevur havt; eitt stig afturat so hevur HB metið einsamalt.
Í Gundadali var ikki tað stóra uppá spæl, og talan var ikki um besta fótbóltsdystin. Men ársins ungi leikari í fjør kom aftur á máltalvuna, Jákup á Borg spældi aftur við nógvum ungum B36`arum, og steypavinnarnir eru framvegis ósigraðir eftir summarsteðgin og nú á 2. plássið aftur.
EB/Streymur – NSÍ 2-4 (1-1)
1-0 Gestur Bogason Dam
1-1 Árni Frederiksberg (br.)
2-1 Tóki H. Johannesen
2-2 Fróði Benjaminsen
2-3 Árni Frederiksberg
2-4 Árni Frederiksberg
Skála – HB 0-1 (0-1)
0-1 Dan í Soylu
- reytt kort: Ahmed Mujdragic ('70)
B36 – TB/FCS/Royn 1-0 (0-0)
1-0 Michal Przybylski
AB – Víkingur 1-0 (1-0)
1-0 Jobin Drangastein
07 Vestur – KÍ 4-2 (2-2)
1-0 Sonny Jakobsen
2-0 Ken Fagerberg
2-1 Kristoffur Jakobsen
2-2 Páll A. Klettskarð
3-2 Sonny Jakobsen
4-2 Sonny Jakobsen
Støðan eftir 25. umfar:
1. HB (67 stig)
2. B36 (50 stig)
3. NSÍ (49 stig)
4. KÍ (48 stig)
5. Víkingur (39 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (25 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. 07 Vestur (16 stig)
10. AB (15 stig)
Eftir landsliðssteðgin eru tvey umfør eftir. Í 26. umfarið eru lagnudystir aftur á Argjum og í Sørvági, har ávíkavist Skála og EB/Streymur eru á vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald