Nógv umrødda málið um ólógliga nýtslu av leikara hjá B36 til dystin móti B68 í 21. umfari í Betri deildini hevur fyribils fingið ein enda. Í øllum førum fyribils.
Bolt.fo hevur fingið upplýst frá góðum keldum, at B68 vann kæruna móti B36 í aganevndini, og toftamenn eru dømdir at vinna dystin 3-0.
Tað hevur eisini við sær, at B36 er dømt at tapa.
Hetta gevur B68, sum annars tapti dystin á vøllinum 3-1, trý stig og ein stóran fyrimun í spennandi niðurflytingarstríðnum.
Sambært bolt.fo er talan um ein úrskurð í aganevndini. B36 hevur fimm dagar at kæra dómin til Yvirkærunevndina í FSF.
Um úrskurðurin stendur við fer B36 niður á 33 stig, og er bara tvey stig frammanfyri EB/Streym í stríðnum um evropamilliónirnar. Eisini strýkur B68 upp á 21 stig sum røkkur til eitt sjeynda pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald