Fyrst var lutakastið til fyrsta umfar í Champions League á skránni í Nyon. Har gjørdist tað greitt, at HB hittir HJK Helsinki. Stutt seinni fór lutakastið til fyrsta umfar í Europa League í gongd. Í seinasta viku var lutakast til undanumfarið, har KÍ og NSÍ vóru við. Í dag fingu tey síni mótstøðulið at vita, um tey megna at spæla seg víðari. B36 er sum steypavinnari í fyrsta umfari, og høvuðstaðarfelagið, ið kom tvær ferðir víðari í fjør, fekk so gott lutakast sum gjørligt í dag.
Av teimum styrkismettu liðunum, ið liðið hjá Jákup á Borg kundi møta, var Crusaders úr Norður Írlandi liðið við lægst styrkistalið (beint omanfyri 1000 hægri enn B36) Rangers við Steven Gerrard sum venjara og Brøndby høvdu verið meira áhugavert á annan hátt, men møguleikin at spæla seg víðari er best ímóti júst Crusaders. Stutti túrurin til Belfast er eisini ein fyrimunur fíggjarliga.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2018/07/26/media-plus-resized/b36-15.jpg)
(Í fjør kom B36 til 2. umfar, har Besiktas og Ryan Babel vitjaðu í Gundadali. Nú skal liðið royna at gera tað aftur - Mynd: Sverri Egholm)
Liðið hevur vunnið meistaraheiti tríggjar ferðir síðani 2015, men í Evropa hava Crusaders tað trupult: Bæði í fjør og í 2017 endaði tað við samanløgdum 0-9 ósigrum í fyrsta umfari í Chmpions League (ímóti Ludogorets og FCK) Tá liðið hevur spælt seg víðari úr fyrsta umfarí Europa League, hava ósigrarnir í 2. umfari verið greiðir. Tað kann gerast ein sera spennandi uppgerð millum steypavinnararnar úr Norður Írlandi og Føroyum, hóast Crusaders er í favorittleiklutinum. Fyrri dysturin verður í norðurírska høvuðsstaðnum.
NSÍ og KÍ skulu um mánaðarskifti royna at spæla seg víðari til júst hetta umfari. Serliga KÍ hevur ein góðan møguleika á pappírinum har. Bæði fingu eitt gott lutakast i dag, hóast liðini verða undirtippaði, um tey koma so langt - serliga NSÍ sum skal spæla ímóti svenska stófelagnum Malmö FF. Túrurin er stuttur og uppgávan spennandi. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2018/07/19/615x455/zalgiris-vilnius-15.jpg)
(Jákup B. Andreasen og Semir Hadzibulic her í dysti í Vilnius í fjør. KÍ skal møguliga aftur spæla á LFF leivøllinum í juli, har Riteriai nú hevur heimstað - Mynd: Sverri Egholm)
Um KÍ kemur víðari, so verður dysturin í 1. umfari aftur hesaferð ímóti litaviskum liðið. Riterai hevur júst skift navn og heimstað; fyrr hevði liðið navnið Trakai eftir býnum, og í 2015 vann Trakai 7-1 samanlagt á HB í Champions League. Liðið hevði næstlægst styrkistal av teimym styrkismettu liðunum, og hevur ikki somu styrki sum Zalgiris Vilnius, ið KÍ tapti 2-3 fyri samanlagt í fjør.
Europa League - 1. umfar:
Crusaders - B36
Malmö FF- NSÍ/Ballymena
FK Riteriai - KÍ/Tre Fiori
Dystirnir verða leiktir hósdagarnir 11 og 18 juli. Í morgin fæst greiða á, hvussu leikast skal í 2. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald