Fótbóltur

B36 hevur verið nærri við

Heimaliðið er spælstýrandi í Gundadali - tað er framvegis málleyst eftir fyrra hálvleik.

Hannes Agnarsson hevur verið í góðum støðum nakrar ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

Hannes Agnarsson hevur verið í góðum støðum nakrar ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-12 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er steðgur í fyrra dystinum millum B36 og Paide úr Estlandi í UEFA Conference League.

Einki mál er komið í Gundadali, og tað hava ikki verið nógvir upplagdir málmøguleikar. Tað er tó B36, ið hevur sitið á spælinum fyri tað mesta. Heimaliðið hevur eisini verið nærri við: Til tíðir hava góð gjøgnumbrot verið, serliga í høgru, og Hannes Agnarsson, Valerijs Sabala og Bjarki Nielsen hava havt skotroyndir.

[object Object]
Taufee Skandari í einum av gjøgnumbrotunum í høgru síðu (Mynd: Sverri Egholm)

Útiliðið hugsavnar seg mest um tað verjukenda og síðani at nýta umstillingarnar. Í nøkrum førum hevur Paide eisini ligið framvið, og tá estiska liðið hevði sítt best gjøgnumspælda álop higartil í 38. minutti, var ein takkling frá Sonna Ragnar Nattestad á brotsteigarmarkinum neyðug fyri at forða fyri einum máli.

Til tíðir er B36 spælið heldur seint og ov lítið beinleiðis kanska. Ein situr við kensluni av, at liðið hjá Dan Brimsvík helst skal vinna hendan dystin - ella íhvussu er, er í góðari støðu til at gera. 

Conference League 1. umfar
Í kvøld, mikudagin 12. juli
B36 - Paide Limmaskond (0-0)

B36 (4-3-3): 
Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Taufee Skandari, Eli Falkvard Nielsen, Andras Johansen - Hannes Agnarsson, Valerijs Sabala, Bjarki Nielsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder