Fótbóltur

B36 og B68 bresta saman í kvøld

Talan er um seinasta dyst í umfarinum. Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.

B36 vann 2-0, tá liðini hittust í Gundadali tíðliga í ár. Spurningurin er, um teir í reyðum fáa gjørt nakað við teir hvítkløddu í Gundadali hesu ferð (Mynd: Sverri Egholm)

B36 vann 2-0, tá liðini hittust í Gundadali tíðliga í ár. Spurningurin er, um teir í reyðum fáa gjørt nakað við teir hvítkløddu í Gundadali hesu ferð (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-21 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19. umfar í Betrideildini endar í kvøld við dysti í Gundadali, har Jákup á Borg vitjar aftur við sínum B68-liði.

Felagið úr Nes kommunu hevur ikki fingið nógv stig í ár, og B36 á útivølli sær ikki beinleiðis út sum ein upplagdur møguleiki at skava slík saman. Tó tevjar B68, við fleiri B36’arum í hópinum, helst blóð, nú B36 spælir sín sætta dyst í 18 dagar.

Góða evropeiska gongdin hjá B36 er orsøkin til tøttu dystarskránna. Nú fer tað bert at snúgva seg um Betrideildina. 

[object Object]

[object Object]
B36 vann 2-0, tá liðini hittust í Gundadali tíðliga í ár. Spurningurin er, um teir í reyðum fáa gjørt nakað við teir hvítkløddu í Gundadali hesu ferð (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra stig eru upp til HB og níggju stig til KÍ, ið aftur misti stig í gjár. Meðan B68 hugsavnar seg um botnstríðið, er tað oddurin, ið tað snýr seg um hjá B36 - eisiini at halda Víking aftanfyri seg, ið kann gerast lykilin í stríðnum um evropeiskt pláss.

B36 hevur sum heild avgreitt uppgávurnar móti lægru liðnum heilt væl í ár. Spurningurin er so, um drúgva summarskráin fer at síggjast aftur á ymsan hátt í kvøld. Liðið hjá Dan Brimsvík spældi harðan dyst í hitanum í Kroatia hóskvøldið - B68 hevur havt meira enn eina viku at fyrireika seg til hendan dystin.

Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18. Televarpið vísir dystin, FM1 sigur frá, og Portalurin verður til staðar.

19. umfar í Betrideildini hjá monnum

Í dag, mánadagin 21. august
18.00: B36 - B68 

Í gjár, sunnudagin 20. august
EB/Streymur - AB 4-1 (4-0)

8' Filip Djordjevic 1-0
14' Bogi Reinert-Petersen (Gutti Dahl-Olsen) 2-0
34' Bogi Reinert-Petersen  (Filip Djordjevic) 3-0
43' Dánjal Godtfred (Filip Djordjevic) 4-0
64' Bartal Skaalum Petersen (Sam Pollard) 4-1

Sí eisini: EB/Streymur sleit seg meira leyst við sannførandi sigri

KÍ - 07 Vestur 1-1 (1-1)
7' Janus Svabo Samuelsen (Mathias Voss) 0-1
30' René Shaki Joensen (Sivert Gussiås) 1-1

Víkingur - TB 1-0
80' Sølvi Vatnhamar, br 1-0

Reytt kort: Samudeen Musah (84')

Sí eisini: 
07 Vestur stríddi seg til stig í Klaksvík

Leygardagin 19. august
HB - ÍF 3-1 (1-0)
33' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 1-0
77' Elvio Glemini 1-1
84' Adrian Justinussen 2-1
90' Adrian Justinussen 3-1

Støðan:

1. KÍ 49 stig (18 dystir)
2. HB 44 stig (19 dystir)
3. B36 40 stig (18 dystir)
4. Víkingur 36 stig (19 dystir)
5. 07 Vestur 30 stig (19 dystir)
6. EB/Streymur 19 stig (18 dystir)
7. TB 15 stig (19 dystir)
8. B68 14 stig (18 dystir)
9. ÍF 12 stig (19 dystir)
10. AB 10 stig (19 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder