Liðið hjá Dan Brimsvík skal royna at leingja um sína evropeisku skrá fyri summarið í størsta walisiska býnum í kvøld.
B36 vann 2-1 í heimadystinum móti Haverfordwest. Ov lítið, í mun til leikligu yvirvágina hjá B36 og leikgongdina í dystinum, meintu teir í hópinum, fjepparar og onnur. Tó er fyrimunurin har hjá B36, og tað er nóg mikið til at ikki tapa seinna dystin.
B36 hevur ikki tapt í Evropa í ár og var eisini í 3. umfari í UEFA Conference League í fjør. Hetta er málið aftur nú - fyribils - og tað gevur felagnum eina spennandi ítróttarliga avbjóðing, sum helst verður móti kroatiska Riejka, umframt góða fíggjarliga inntøku.
Sí eisini:
B36 skal gera arbeiði liðugt á útivølli
Bjarki Nielsen: - Man sær altíð eyka nógv fram til evropeisku dystirnar
Teir í B36-hópinum eru væl fyri. Farið var av landinum mánadagin, og í gjár varð vant á leikvøllinum hjá Cardiff City, har dysturin er á skránni í kvøld klokkan 19.45. Magnus Egilsson hevur leikbann til dystin vegna ov nógv gul kort.
Dysturin kann síggjast á Televarpinum. B36 er mett at vera favorittur til hendan dystin eisini.
Hóas tútgangsstøði er eitt fokuspunkt hjá B36 helst at "leypa á dystin". Føroyska felagið hevur spælararar og dygdir til at hótta walisisku verjuna á ymsan hátt (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald