Fótbóltur

B36 vendi dystinum móti 07 Vestur

Vágamenn bjóðaðu veruliga av í Gundadali í kvøld. Víkingur var aftanfyri tríggjar ferðir men fekk stig á Svangaskarði. ÍF vann 3-0 á EB/Streymi og hevur fingið eina góða byrjan.

Benjamin Heinesen gjørdi greiðan mun, tá hann kom á vøllin sum áleypari (Mynd: Sverri Egholm)

Benjamin Heinesen gjørdi greiðan mun, tá hann kom á vøllin sum áleypari (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-12 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um eitt hendarríkt og dramatiskt kvøld í Betrideildini, tá 2. umfar - útsett í mars vegna veður - endliga varð avgreitt. Hetta er fjórða umfarið, ið er spælt, og nøkur viðurskifti eru vorðin greiðari. Ymiskt bendir á, at vit kunnu fáa eina tætta og spennandi kapping á fleiri økjum.

Dagurin byrjaði við einum skelki. HB fekk einki mál við Stóra, og uppflytararnir TB vunnu sær eitt kærkomið stig. 

Les eisini: Málleyst í Trongisvági

Hinvegin var eingin slingur í hjá KÍ. Hóast talan ikki gjørdist um nakran stórsigur ella framúr fótbóltsspæl, so fingu føroyameistararnir tvey mál í vindinum á Argjum og kundu eisini fingið fleiri. KÍ hevur framvegis fult stigatal. AB er einasta liðið, ið einki stig hevur.

[object Object]
Høgri bakkurin Jóannes Kalsø Danielsen skoraði fyrra málið hjá KÍ, ið skúgvaði AB til viks á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)

Á Svangaskarði var málveitsla. Longu eftir tíggju var 1-0, tá vindurin snýtti Bárð á Reynatrøð: Ragnar Samuelsen ruddaði beinanvegin bóltin burtur av egnari hálvu, og nógvi vindurin ávirkaði. Longu í 4. minutti javnaði Jákup Johansen: Vongurin fekk fatur á bóltinum, eftir at Víkingur vann bóltin høgt og gjørdi síðani rest sjálvur. Hetta endurtók seg tvær ferðir: Also at heimaliðið legði seg á odda, men at steypavinnararnir javnaði. Mohammed Samba skoraði og legði upp fyri B68, Villiam Emil Klein fekk sítt fyrsta mál í Betrideildini - hjá útiliðnum skoraðu Olaf Bárðarsson og Sølvi Vatnhamar málini eftir steðgin. 

07 Vestur skoraði einasta málið í fyrra hálvleiki í Gundadali. Hetta var í samband við deyðbóltsstøðu. Útiliðið hevði gott tamahald á B36, men í seinna helmingi av seinna hálvleiki vendi liðið hjá Dan Brimsvík dystinum: Fyrst javnaði svenski miðverjin Isak Jönsson eftir hornaspark, og so gjørdu innskiftararnir mun: Benjamin Heinesen skoraði og legði fimm minuttir seinni upp til afturvenda Michal Pryzbylski. 07 Vestur vildi tó ikki leggja seg, og í yvirtíðini javnaði ungi sørvingurin Oddur Petersen við góðum stútara eftir innlegg frá Magnus Holm Jacobsen. 07 Vestur hevði eisini tvær vandamiklar støður afturat, men tað koppaði til B36, sum nú er á 3. plássi.

[object Object]
Stekri svenski miðverjin hjá B36, Isak Jönsson, skoraði sítt fyrsta mál fyri felagið (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri myndir frá dystinum í Gundadali

ÍF hevur longu seks stig. Í dag setti uppflytarin EB/Streym uppá pláss. Vongbakkurin Elias Lervig setti bóltin í málið beint fyri steðgin, og seinna helming av seinna hálvleiki stongdi heimaliðið dystin. Andras Olsen legði eftir Jan Ellingsgaard fyri at filma: EB/Streyma-liðformaðurin fekk beinleiðis reytt kort, ÍF fekk brotsspark, ið liðformaðurin Karl Løkin umsetti til mál. Gundur Petersen setti punktum við góðum máli - einasta neiliga hjá ÍF var, at Jhon Mena fekk púra óneyðugt reytt kort í yvirtíðini. Samanlagt ein góð byrjan fyri liðið hjá Aleksandar Jovevic.

Betrideildin 2. umfar (umfar nummar 4)
Mikudagin 12.04

TB - HB 0-0

AB - KÍ 0-2 (0-2)
9' Jóannes Kalsø Danielsen (Claes Phillip Kronberg) 0-1 
42' Sjálvmál (Sivert Gussiås) 0-2

Myndir: AB - KÍ


B68 - Víkingur 3-3 (2-1)
1' Ragnar Samuelsen 1-0
4' Jákup Johansen 1-1
23' Mohammed Samba (Jónas Warner) 2-1
59' Olaf Bárðarson (Martin Klein) 2-2
69' Villiam Emil Klein (Mohammed Samba) 3-2
73' Sølvi Vatnhamar (Arnbjørn Svensson) 3-3

B36 - 07 Vestur 3-2 (0-1)
33' Daniel Obbekjær (Teitur Olsen) 0-1
67' Isak Jönsson (Aron Knudsen) 1-1
73' Benjamin Heinesen (Bjarki Nielsen) 2-1
79' Michal Przybylski (Benjamin Heinesen) 3-1
90 (+1) Oddur Petersen (Magnus Holm Jacobsen ) 3-2 

ÍF - EB/Streymur 3-0 (1-0)
45' Elias Lervig 1-0
73' Karl Løkin (br.) 2-0
82' Gundur Ellingsgaard Petersen (Dánjal á Lakjuni) 3-0

Støðan í Betrideildini eftir fýra umfør

1. KÍ 12 stig 
2. HB 10 stig 
3. B36 9 stig
4. Víkingur 7 stig
5. ÍF 6 stig
6. EB/Streymur 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. B68 2 stig
9. TB 1 stig 
10. AB 0 stig 

Næsta umfar:

6. umfar - umfar nummar fimm
Sun. 16. apr. 15:00HBÍF
Sun. 16. apr. 15:00ABB36
Sun. 16. apr. 15:00Víkingur
Sun. 16. apr. 15:00TB07 Vestur
Sun. 16. apr. 16:00B68EB/Streymur



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder