Fótbóltur

B68 ella EB/Streymur verða at síggja í steypafinaluni

07 Vestur fekk tað truplasta lutakastið. Liðið hjá Michael Schjønberg tekur ímóti HB 28. juni og skal í Gundadali síðst í september at royna at spæla seg í steypafinaluna.

Jákup Martin Joensen og HB vunnu í kvøld 2-0 á grannunum B36 og skulu spæla móti 07 Vestur í hálvfinaluni. Tað kann vera, at høvuðsvenjarin hjá HB skal spæla móti gamla felagi sínum í steypafinaluni seinni í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Martin Joensen og HB vunnu í kvøld 2-0 á grannunum B36 og skulu spæla móti 07 Vestur í hálvfinaluni. Tað kann vera, at høvuðsvenjarin hjá HB skal spæla móti gamla felagi sínum í steypafinaluni seinni í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-09 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í kvøld spældu B68, EB/Streymur, HB og 07 Vestur seg víðari til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið við sigrum í fjórðingsfinalunum. Fyri løtu síðani var lutakastið til hálvfinalurnar á skránni í Televarpinum. Tað háttaði seg soleiðis:

EB/Streymur - B68 
07 Vestur - HB

Hetta merkir millum annað, at vit fáa EB/Streym ella B68 í steypafinaluna. EB/Streymur var stórt steypalið fyrsta partin av øldini. Liðið var í sjey finalunum á rað (2007-2013) og vann fýra teirra - Víkingur var stóra forðingin fyri, at fleiri komu í hús. B68 hevur ikki verið í steypafinaluni síðani 1995, og liðið av Toftum hevur ongantíð vunnið kappingina.

Tað hevur venjari teirra - Jákup á Borg - tó. Bæði hann og høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi hava leitt B36 til steypagull. Sigfríður Clementsen hevur eisini vunnið kappingina við Víkingi (tríggjar ferðir) og júst EB/Streymi (í 2008) .

Hin hálvfinaluuppgerðin er ikki eins spennandi á pappírinum. 07 Vestur spældi javnleik í fyrru hálvfinaluni móti KÍ í fjør og gjørdi stóran vørr á áskoðaraplássinum, men spuringurin er, hvussu nógv vágamenn fáa gjørt við HB yvir tveir dystir. Liðið hjá Jákup Martini Joensen í øllum førum er stórfavorittur í kappingini eftir sigurin á grannunum í kvøld.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 28. juni - seinnu hálvfinalurnar 27. september.

Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Í kvøld, týsdagin 9. mai

B36 - HB 0-2 (0-0)
76' Mads Borchers (Áki D. Samuelsen) 0-1
84' Áki D. Samuelsen (Mads Borchers) 0-2

Myndir: B36 - HB

EB/Streymur - Skála 4-1 (2-0)
4' Virgar Jónsson (Rógvi Egilstoft) 1-0
44' Mikkjal Hellisá (Gutti Dahl-Olsen) 2-0
58' Gutti Dahl-Olsen (Rógvi Egilstoft) 3-0
71' Karl Martin Johansen (br.) 3-1
81' Rógvi Egilstoft 4-1

B68 - NSÍ 2-1 (2-0)
10' Sebastian Lau Nielsen 1-0 
28' Jørgen Nielsen (Boubacar Dabo) 2-0
52' Steffan Abrahamsson Løkin 2-1

AB - 07 Vestur 1-2 (0-0)
51' Uros Stojanov (Rasmus Knudsen) 0-1
68' Magnus Holm Jacobsen (Janus Svabo Samuelsen) 0-2
90 (+2)' Brian Jakobsen 1-2 (br.) 1-2 
 
Les eisini: 
07 Vestur er aftur í hálvfinaluni
HB er í hálvfinaluni í favorittleiklutinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder