Í badmintonhøllini hava tey spælt seg heilt fram til finalurnar í einstaklinga og tvídystunum fyri bæði kvinnur og menn í dag.
Fleiri føroyingar vóru við í hálvfinalunum og tvær vórðu vunnar, og harvið hava badmintonleikarnir tryggjað sær minst tvey silvurheiðursmerki.
Men fleiri hálvfinalur vórðu eisini taptar, og harvið er eisini greitt, at føroyingar hava fingið fýra brosuheiðursmerki. Báðir tapararnir í hálvfinalunum fáa bronsu, tí tað eru ongar bronsufinalur í badminton.
Í tvíleiki fyri kvinnur eru Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj komnar í finaluna. Tær vunnu í dag hálvfinaluna 23-25, 21-15, 31-13 móti einum pari av Guernsey.
Hinvegin taptu Miriam í Grótinum og Mia Thorkildshøj sína finalu, og hava tí vunnið bronsu.
Í tvímansleiki eru Magnus Dal-Christiansen og Fai Yin Wong komnir í finaluna. Teir vunnu í dag 21-12, 21-17 á einum pari av Guernsey.
Í einkvinnuleiki fær Miriam í Grótinum eisini bronsu. Hon tapti hálvfinaluna fyri Sara Jacobsen úr Grønlandi, sum er styrkismett næstbest í kappingini hesaferð. Grønlendska kvinnan, sum annars tapti fyri Miriam í liðkappingini, vann hesaferð 21-18, 21-14.
Í einmansleiki taptu báðir føroyingarnir í hálvfinalunum sínar dystir, og fáa harvið báðir bronsuheiðursmerki. Magnus Dal-Christiansen tapti 21-13, 21-10 móti toppseedaða grønlendinginum, Jens Nielsen, meðan Jónas Djurhuus tapti í trimum settum, 13-21, 21-19, 14-21 á Jordan Trebert av Guernsey.
Í morgin blandaður tvíleikur á skránni. Allar finalurnar verða spældar á seinasta leikdegnum, fríggjadagin.
(Tekstur rættaður kl. 21.24)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald