Øll liðini hava nú leikt tveir dystir í bólkaspælinum í Champions League. Í kvøld komu 26 mál kring Evropa, og har vóru nøkur frálík mál ímillum tey og nakrir spennandi og undirhaldandi dystir.
Tottenham og Barcelona leiktu ein frálíkan dyst á Wembley. Heimaliðið fekk eina sera ringa byrjan, tá Hugo Lloris kom fullkomiliga skeivt út til ein bólt í dýbdina, og so kundi Coutinho seta bóltin í eitt tómt mál. Barcelona hevði tak á tí, og eftir lítlan hálvan tíma skoraði Ivan Rakitic eitt dreymamál; ein heilfluktara við brotsteigarmarkið eftir eitt frálíkt álop.
Útiliðið spældi sera góðan fótbólt í 1. hálvleiki, men tíðliga í 2.hálvleiki minkaði Harry Kane um munin við frálíkum málið. Gleðin var tó stokkut, tí bert lítla løtu seinni skoraði ein sera vælleikandi Lionel Messi eftir eitt framúr álop. Tað var sera lílvligt og undrhaldandi, og Tottenham fekk minkað til 3-2. Men hóast sera gott arbeiði og eitt fínt trýst frá monnunum hjá Pochettino, avgjørdi Messi dystin, tá Barca revsaði eitt mistak frá heima
Í hinum dystinum í bólkinum gjørdist Mauro Icardi matchvinnari, tá Inter enn einaferð vendi 0-1 til 2-1. Inter og Barcelona hava fult stigatal, og Tottenham er í trupulleikum.
Liverpool var sera nær við at fáa eitt gott stig við sær úr Suðuritalia í kvøld. Tað var ein inntensur dystur, har Napoli trýsti meira, og var nær við at avgera dystin nakrar ferðir; millum annað rakti Dries Mertens yvirleggjaran ímóti endanum av dystinum. Í 89.minutti eydnaðist tað so eftir sera gott uppspæl í høgru. Eyðsnýndi Lorenzo Insigne prikaði bóltin í málið, San Paolo kókaði, og Carlo Ancelotti og hansara menn eru nú á odda í bólkinum.
Fyrr í kvøld vann PSG stórsigur á heimavølli, har Neymar skoraði hattrick. Les meira her
Í bólki A gjørdist Griezmann avgerandi fyri Atletico Madrid, og Dortmund avgjørdi dystin í 2.hálvleiki, tá Monaco var á vitjan. Dortmund og Atletico hava nú fult stigatal og tamarhald á bólkinum
Í Bólki D vunnu Porto og Schalke smalar sigrar og liggja í løtuni til at koma víðari.
Bólkur A:
Atletico Madrid – Club Brugge 3-1 (1-1)
Borussia Dortmund – Monaco 3-0 (0-0)
Dortmund 6
Atletico Madrid 6
Club Brugge 0
Monaco 0
Bólkur B:
PSV Eindhoven – Inter 1-2 (1-1)
Tottenham – Barcelona 2-4 (0-2)
Barcelona 6
Inter 6
Tottenham 0
PSV 0
Bólkur C:
Paris Saint-Germain – Reyða Stjørna Beograd(Crvena Zvezda) 6-1 (4-0)
Napoli – Liverpool 1-0 (0-0)
Napoli 4
Liverpool 3
PSG 3
Crvena Zvezda 1
Bólkur D:
Lokomotiv Moskva – Schalke 04 0-1 (0-0)
Porto – Galatasaray 1-0 (0-0)
Porto 4
Schalke 4
Galatasaray 3
Lokomotic Moskva 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald