EB/Streymur hevur í dag gjørt avtalu við tveir leikarar, sum so ella so leita aftur á slóðina. Báðir hava higartil spælt við B36, men fara nú at spæla við EB/Streymi.
Fyribils verður hetta restina av hesum kappingarárinum - at spæla við EB/Streymi.
Hetta eru Bárður Olsen, sum eisini spældi við EB/Streymi seinnu kappingarhálvu í fjør og Jóhann Hansson Joensen. Hann er uppvaksin í Havn, men EB/Streymur metir seg eiga eitt sindur í honum, tí mamman er av Eiði og pápin frá Norðskála.
Formaðurin í EB/Streymi, Fróði R. Petersen og Jóhann Hansson Joensen (Ebstreymur.fo)
EB/Streymur liggur á sætta plássið í Betri deldini hjá monnum við 12 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald