Tað gjørdist ein stórur og søguligur sunnudagin í Leverkusen. Fótbóltsfelagið Bayer Leverkusen kundi tryggjað sær fyrsta týska meistaraheiti í nærum 119-ára longu søgu sínari.
Hetta gjørdist eisini veruleiki. Leverkusen snøgt sagt knústi Werder Bremen sundur. Victor Boniface setti hol á við brotssparki í 25. minutti, eftir ein tíma økti Granit Xhaka, og síðani skoraði Florian Wirtz hattrikk.
Stutt eftir seinasta mál hansara bríkslaði dómarin av, og so kom mannamúgvan rennandi inn á vøllin. Spælararnir og Xabi Alonso vórðu heiðraðir, nú meieistaraheitið kom í hús.
Stórur fagnaður á Bay Arena (Myndir: EPA)
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast HER
Fimm umfør eru eftir í Týsklandi, og tað sigur nakað um, hvussu støðugt liðið hjá Xabi Alonso hevur verið. 25 sigrar og fýra javnlelkir í 29 dystum, og Leverkusen er ósigrað í øllum kappingum (42 dystum)
Spanski venjarin er sjálvandi ein hetja í býnum, og ein gøta er longu kallað upp eftir honum.
Leverkusen kann leggja afturat steypaskápinum, ið annars er ógvuliga tómligt. Liðið er í týsku steypafinaluni og í hálvfinaluni í Europa League. Í 2002 tapti liðið - við millum annað Micheal Ballack - steypafinaluna, Champions League-finaluna og meistaraheitið á seinasta degi. Nú kann ein "Treble" koma í hús.
Bayer Leverkusen hevur hervið brotið einaveldi hjá Bayern München. Í fjør vann Bayern Bundesliguna 11. ferð á rað.
Tað eru nógv í Týsklandi, ið ikki halda hetta vera eitt so stórt ævintýr. Hetta vegna eigaraviðurskiftini hjá Levurkusen, ið eru øðrvísi enn aðrastaðni í Bundesliguni. "Bayer" eigur - les meira um tað her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald