Seinastu vikuna hevur A-landsliðið við kvinnum verið á venjingarlegu á Malta.
Í hesum sambandi vórðu tveir venjingardystir lagdir inn í skránni. Tann fyrri var móti Malta hóskvøldið. Hann endaði 2-0 til vertirnar.
Sí eisini: Malta vann við tveimum
Seinni dysturin hjá kvinnulandsliðnum á venjingarleguni á Malta er á skránni um eina lítla. Mótstøðan hesaferð er Albania, sum er styrkismett nakað omanfyri Malta - og Føroyar.
Dysturin byrjar klokkan 13 føroyska tíð, og sambært fsf.fo varð føroyska liðið sett fyri løtu síðani:
Í málinum byrjar Óluva Joensen. Verjan er hin sama sum seinast við trimum miðverjum. Birita Ryan til høgru, Durita Hummeland sentralt og Tórunn Højgaard Joensen í vinstru.
Rúna Jacobsen og Eyðvør Klakstein manna sentrala miðvøllin, meðan Ásla Johannesen og Malena Olsen vera á ávikavist høgra og vinstra vongi (vongbakkar). Framrættaðar verða Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Sunniva Willemoes.
Harvið hava Signe Pries Andersen og Tummas Erling Djurhuus gjørt ymiskar bjargingar, í mun til seinast.
Venjingardysturin á Tony Bezzina leikvøllinum byrjar hvørja løtu, og kann hann síggjast HER ella ovast í greinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald