
Føroyar hava seinastu tveir dagarnir spælt í bólkaspælinum í Sparkassen Cup í Merzig í Saarlandi. Eftir tap fyri Hvítarusslandi fríggjadagin gjørdu Føroyar bart og vunnu báðar dystirnar í gjár - móti fyrst Hollandi og síðani vertununum SaarlandiKrútsterki strikuleikarin Viktor Gaini (Mynd: Hans-Peter Dillschneider)
Hetta hevði við sær, at Føroyar endaðu á 2. plássi í sínum bólki og skulu harvið spæla móti eitt'aranum í hinum bólkinum um at koma í finaluna. Tað verður ein stórur biti at svølgja: Týskland hevur vunnið kappingini á so siga hvørjum ári og var sannførandi í bólkaspælinum.
Føroyska liðið fer tó at royna at gera sítt um eina løtu - sí dystin her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald