Fótbóltur

Bergur Gregersen longu í dysti aftur

Hetta bert fýra og ein hálvan mánaða eftir beinbrotið í Gundadali. Bergur spældi ein hálvleik í útsetta 1. deildardystinum á Sandi, har Martin Klein og Kaj Leo í Bartalsstovu skoraðu málini í Víkinga-sigrinum..

Tað sá ikki gott út hjá Bergi Gregersen í Gundadali fyrst í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

Tað sá ikki gott út hjá Bergi Gregersen í Gundadali fyrst í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-21 11:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. apríl var langur steðgur í dystinum millum B36 og Víking í 4. umfari. Alt steðgaði upp, tí ein tilvildarlig støða gjørdi, at Bergur Gregersen varð liggjandi við nógvar pínu.

Beinanvegin sást á liðfeløgum, mótspælarum, dómara og hjálparfólki, at hetta var álvarsamt. Hjálp kom skjótt inn á vøllin, og eftir eina løtu kom sjúkrabilur inn á vøllin í Gundadali.

[object Object]
Bergur førdur inn í sjúkrabilin eftir drúgva viðgerð (Mynd: Sverri Egholm)

Bergur Gregersen varð skurðviðgjørdur dagin eftir. Hetta fyri brot í tveimum ymiskum støðum omanfyri fótliðin. Ivasamt var, hvussu leingi gøtumaðurin skuldi sita uttanfyri men restina av 2025 var væntandi. 

Sí eisini: Bergur Gregersen breyt beinið

Víkingurin var tó longu á vøllinum aftur í juli, og hevur hann so líðandi vant meira og meira við í Sarpugerði.

Mikukvøldið slapp vinstri bakkurin at spæla dyst aftur. Víkingur vitjaði B71 í útsettum dysti í næstbestu deildini, og Bergur Gregersen spældi fyrra hálvleik. Eitt gott fyrsta fet at koma nærri eina afturvendan í Betrideildini.

[object Object]Savnsmynd: Sverri Egholm

Víkingur vann dystin 2-0. Bæði málini komu í 2. hálvleiki: Martin Klein legði Víking á odda, og í yvirtíðini skoraði Kaj Leo í Bartalsstovu við brotssparki. Hetta var fyrsta málið hjá Kaj Leo í føroyskum fótbólti síðani 2013.

Sí eisini: Kaj Leo spældi sín fyrsta dyst í føroyskari kapping í nærum tólv ár

Sí dómaraseðil her

B71 er nú sjey stig frá uppflytingarplássi. Næstbesta liðið hjá Víkingi er á 5. plássi í 1. deild.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder