B36 hevur tvey tey síðstu árini fingið seinasta evropeiska plássið men higartil í ár hevur liðið bjóðað av longri uppi á stigatalvuni.
Liðið hjá Dan Brimsvík hevur gjørt reint borð móti øllum í Betrideildini, fyriuttan móti KÍ og HB og í hesum báðum dystunum hevur B36 verið ógvuliga væl við - serliga móti oddaliðnum sum ikki fekk sigursmálið fyrrenn í 94. minutti, tá teir í hvítum vóru ein spælara í undirtal.
21 stig fyri níggju dystir merkir, at talan er um tí bestu úrttøkuna hjá B36 fyri fyrsta triðingin síðani 2014. Hetta árið gjørdist liðið, undir leiðslu av Sámal Erik Hentze føroyameistari. B36 hevði 23 stig og var ósigrað eftir fyrsta triðinginum og endaði við vinna sær 61 stig og gull.
Nøkur av teimum átta kappingarárinum síðani hevur B36 havt beint undir tjúgu stig eftir teir fyrstu níggju dystirnar, men ongantíð síðani 2014 er tað eydnast at vinna sjey dystir fyrsta triðingin - fyrrenn nú. B36 vann sín sjeynda sigur sunnukvøldið í Gundadali, tá ÍF varð sent heim við 5-1 tapi.
Í fjør var úrttøkan hjá Dan Brimsvík og hansara monnum eftir níggju dystir 16 stig. Í 2021 var hon 13 stig. Í 2023 er B36 higartil á 2. plássi við 21 stigum. Seks stig eru upp til KÍ, sum hevur fult stigatal.
Tøl: FaroeSoccer
Byrjanin í serliga 2021 var einki serlig, men nógv ting hava eydnast væl hjá Dan Brimsvík og hansara monnum higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Les eisini: KÍ var aftur lýtaleyst í fyrsta triðinginum
Hondbóltur
Besta byrjanin hjá B36 síðani 2014
Ikki síðani føroyameistaraárið fyri níggju árum síðani hevur B36 vunnið sjey dystir og er komið uppum 20 stig í fyrsta triðinginum.
B36-spælararnir hava higartil fegnast um sjey sigrar í Betrideildini, umframt ein í steypakappingini móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
2023-05-17 15:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald