Fótbóltur

Betrideildarfótbóltur í sjey tímar leygardagin

B36 og B68 leggja út klokkan 13 páskaaftan, og síðsta bríksl í síðsta dystinum verður ikki fyrrenn stutt fyri klokkan 20.

HB og B36 endaðu 2. umfar í gjárkvøldið - leygardagin hava grannarnir heimavøll móti ávíkavist AB og B68 (Mynd: Sverri Egholm)

HB og B36 endaðu 2. umfar í gjárkvøldið - leygardagin hava grannarnir heimavøll móti ávíkavist AB og B68 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-04 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógvur føroyskur fótbóltur á skránni í apríl mánaði, og tað verður tætt ímillum dystirnar í serliga Betrideildini hjá monnum. Eitt umfar kom at enda við grannauppgerðini í Gundadali í gjárkvøldið, og tað næsta er á skránni um fýra dagar.

Páskaaftan, leygardagin 8. apríl, spæla bæði B36 og HB aftur í Gundadali. Tann eini dysturin er tann fyrsti á degnum - Jákup á Borg og B68 vitja - og dysturin hjá HB móti AB er tann, sum byrjar seinast. Fyrsta bríks har er klokkan 18. Hjá B36 og B68 er tað klokkan 13.

Samanlagt verður Betrideildarfótbóltur í umleið sjey tímar dagin fyri Páskadag. ÍF er annað vikuskifti á rað á heimavølli, og hesuferð er talan um grannauppgerð. TB spælir aftur á útivølli - á Eiði - og fyri triðju ferð uppá tríggjar dystir spælir 07 Vestur í Sørvági. Hesaferð skulu føroyameistararnir ein túr vestur. Hesir báðir síðstnevndu dystirnir byrja klokkan 17.

Tað eru útsettu dystirnir, ið gera, at tað er eitt sindur skeiklað í mun til úti- og heimadystir. Leygardagin er talan um 5. umfar, sum í roynd og veru er umfar nummar trý. Mikudagin 12. apríl er aftur fult umfar. Tá er tað útsetta 2. umfarið, sum er á skránni.

5. umfar, páskaaftan 8 apríl
Ley. 8. apr. 13:00B36B68
Ley. 8. apr. 15:00ÍFVíkingur
Ley. 8. apr. 17:00EB/StreymurTB
Ley. 8. apr. 17:0007 Vestur
Ley. 8. apr. 18:00HBAB
Talva: Fótbóltssamband Føroya

Støðan í Betrideildini eftir tvey umfør

1. KÍ 6 stig
2. HB 6 stig 
3. 07 Vestur 4 stig
4. Víkingur 3 stig
5. B36 3 stig 
6. ÍF 3 stig
7. EB/Streymur 3 stig 
8. B68 1 stig
9. AB 0 stig
10. TB 0 stig 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder