Fótbóltur

HB hevur framvegis ræðið á høvuðsstaðnum

Hóast ivamál undan dystinum, skinklutar løtur og brent brotsspark so vann HB 2-0 á B36 og hevur harvið fult stigatal eftir tveir dystir.

Sjóneykan var av álvara sett á Gundadal í gjárkvøldið, og tað vóru teir í reyðum og svørtum, ið kundu fegnast (Mynd: Sverri Egholm)

Sjóneykan var av álvara sett á Gundadal í gjárkvøldið, og tað vóru teir í reyðum og svørtum, ið kundu fegnast (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-04 08:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir áskoðarar vóru til staðar til grannauppgerð í Gundadali, og sjóneykan var veruliga sett á seinasta dystin í 4. umfari í Betrideildini - tí sum var umfar nummar tvey.

Orsakað av søgunum um órógv í HB, sum komu fram fyri viku síðani, var eisini eyka sjóneyka á liðið úr norðara enda av Gundadali. Í mun til B36 varð mest hugt eftir, um liðið megnaði at bróta sigursturkin móti júst HB, og um liðið hjá Dan Brimsvík kundi byggja uppá sigurin í Sarpugerði frá fyrsta umfari.

Sí eisini: Teitur Matras Gestsson: 15 greinar skrivaðar um hjálparvenjaran hjá HB - hetta er uppblást

HB sat á dystinum fyrra helming av fyrra hálvleiki, spældi væl og hótti millum annað rúmið aftanfyri verjuketuna hjá B36 fleiri ferðir. Yvirvágin gav úrslit. Eitt mál varð kolldømt, men stutt seinni stútaði Bartal Wardum bóltin í B36-málið eftir hornaspark úr høgru. Hóast hendurnar hjá honum vóru á B36-spælaranum, so metti Alex Troleis ikki, at tað var nóg mikið til fríspark, og so kundu teir í reyð-svørtum fegnast.

Bartal Wardum hevur verið skaðadarvaður í vetur og megnaði bert at spæla fyrra hálvleik. Miðverjin gjørdi tó greiðan mun, vísti liðformaðurin Teitur Gestsson á í samrøðu við Portalin, og tað merktist, at hann ikki var á vøllinum eftir steðgin.

[object Object]
Bartal Wardum hevur lagt barndómsfelagið á odda í grannauppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Teitur, Bartal og liðfelagirnir vórðu meira avbjóðaðir, sum fyrri hálvleikur leið. Serliga vóru kviku kantarnar Bjarki Nielsen og Hannes Agnarsson hóttanir. Einaferð var heilt nær við, at Hannes fann Bjarka í púra fríari støðu í brotsteignum, eftir at hann varð sendur avstað í høgru, men ein árvakin Heðin Hansen kom ímíllum. Teitur noyddist løtu seinni at stórbjarga í samband við eitt av longu innkøstunum hjá Benjamin Heinesen, tá bólturin kom í B36-høvd og hevði kós í málið.

Nýggi lettiski áleyparin Valerijs Sabala avloysti Benjamin sum fremsta mann eftir steðgin. Hann kom í onkrar góðar støður, men Dan Brimsvík vísti eftir dystin á, at hóast góða "innhoppið" manglar eitt sindur fysiskt. Tað manglaði eisini eitt sindur í hjá B36 í mun til at fáa mál og harvið stig. Hetta hóast teir í hvítum høvdu bóltin meira í seinna hálvleiki, bjóðaðu av, og at Bjarki aftur var nær við eftir eitt gott gjøgnumbrot.

[object Object]
Hanus Sørensen megnaði at hava gott tamarhald á Hannesi Agnarsson, sum ofta bjóðaði HB-verjuni av (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini:  Dan Brimsvík: - Haldi ikki at hetta er ein dystur vit eiga at tapa

HB hevði tó størsta møguleikan: Eftir ein tíma varð eitt ógvuliga ivasamt brotsspark dømt, tí bólturin stakk upp á armn á B36-spælara. Mattias Lamhauge bjargaði tó væl royndini frá Viljormi Davidsen úr ellivu metrum. Viljormur kundi tó fegnast eftir sín fyrsta almenna dyst fyri HB. Landsliðsbakkurin og liðfelagirnir hildu málið reint - hóast millum annað tað at Mads Borchers noyddist at røkja plássið sum vinstri bakkur, eftir at Ári Mohr Jónsson fór út við skaða.

Tað eydnaðist eisini at økja stutt fyri leiklok, eftir at B36 annars hevði trýst.  Í skjótálopið gleið B36-verjuspælari, Mattias Præst Nielsen fór avstað og legði bóltin til rættis fyri Mikkel Dahl, ið var ísakaldur. Eftir dystin fegnaðist vandamikli danin sum vera man.

Danski áleyparin hevur skora tvey mál í tveimum dystum í sínari afturvendan. Sigurin merkir, at HB hevur fult stigatal - eins og KÍ hevur. Tað var nakað av baksi, og HB misti bóltin heldur nógv á egnari hálvu, gjørdi heldur nógv fríspørk í vandamiklari støðu o.s.fr. Tó eydnaðist Dalibor Savic og liðið hansara at fáa ein ógvuliga týdningarmiklan og tiltrongdan sigur. Fríggjadagin vera tað júst fýra ár síðani B36 síðst vann eina grannauppgerð. Tólv dystir á rað móti HB uttan sigur tyngja í B36-húsinum - leygardagin skal liðið reisa seg móti B68. 

[object Object]Beinleiðis inn í linsuna...

[object Object]
Hetta merkti nógv fyri Dalibor Savic, fysisika venjaran, hópin og viðhaldsfólkini 

[object Object]
Minniligur sigur í fyrsta Betrideildardystinum hjá Viljormi Davidsen í yvir tíggju ár. Bakkurin brendi brotsspark men legði eisini upp og málið varð hildið runt 

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)

Í gjár, mánadagin, 3. apríl í Gundadali
B36 - HB 0-2 (0-1)
15' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 0-1
87' Mikkel Dahl (Mattias Præst Nielsen) 0-2

B36 (4-3-3): Mattias Heðinsson Lamhauge – Jann Benjaminsen, Andrias Eriksen (L), Isak Jönsson, Magnus Egilsson – Erlendur Magnusson (66' Aron Knudsen), Eli Falkvard Nielsen (Símun Sólheim), Taufee Skandari (Sonni Ragnar Nattestad, 89.) - Hannes Agnarsson, Benjamin Heinesen (46' Valerijs Sabala), Bjarki Nielsen (66' Andrass Johansen)

Venjari: Dan Brimsvík

HB (3-5-2): Teitur Matras Gestsson (L) – Bartal Wardum (46' Ári Mohr Jónsson - 49' Jákup Thomsen), Heðin Hansen, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (88' Eivind Restorff Mouritsen), Mathias Præst Nielsen, Áki Debes Samuelsen – Mikkel Dahl, Mads Borchers

Venjari: Dalibor Savic


Sí fleiri myndir frá grannauppgerðini í Gundadali her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder