Annað

Bilførarar í Suðuroy mugu vísa varsemi leygardagin

Føroya sunnasta hálvmarathon verður á skránni leygardagin.

2018-09-20 23:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin er Suðuroyggin karmur um hálvmarathon, tá Føroya sunnasta hálvmarathon verður hildið. 

Hetta er annað árið, at 1/2marathon verður gjøgnumført í Suðuroynni, og tá ið teir 350 luttakararnir fara at ganga og renna av SALT og suður til Vágshøll, kemur hetta at ávirka ferðsluna í oynni, siga fyriskipararnir

Tað verður runnið og gingið í vegjaðaranum ímóti ferðsluni, men tá ið komið verður inn í Vág verður runnið eftir gongubreytini.

Gongufólkini fara av SALT klokkan 10 og rennarar fara klokkan 11 soleiðis at tey um somu tíð koma mál, og hetta viðførir at Hovstunnilin verður stongdur frá klokkan 10 til klokkan 12, ella so skjótt seinasti luttakarin er komin úr tunnlinum.

- Rørslufelagið Hvistan, løgreglan og Landsverk hava í felag samskift um trygdina, og umframt at tunnilin verður stongdur, so koma umboð fyri bjargingarlið í Suðuroynni eisini at fylgja við gongufólkunum og rennaranum, eins og at løgreglan kemur at fylgja við, og skeltir frá Landsverk koma at vísa bilførarunum hvussu farast skal fram leygardagin, meðan tiltakið verður, siga fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder