Hondbóltur

Hannis og Sólrun stuðla dóttirini í hondbóltinum - eisini í Íslandi

- Rakul flutti til Danmarkar, beint eftir hon fylti 16 ár, men hon dugir væl at halda sambandinum, siga Wardum-hjúnini, sum eru aftur í Reykjavík saman: Tað vóru tey eisini á námsferð í 1986.

Hannis Wardum greiðir frá, hvussu Reykjavík var í 1986, tá hann og Sólrun Wardum vóru saman við øðrum floksfeløgunum í Hoydølum. Foreldrini hjá føroyska landsliðsmálverjanum fegnast um møguleikan at ferðast í sambandi við spennandi uppgávur hjá dóttirni (Mynd: Sverri Egholm)

Hannis Wardum greiðir frá, hvussu Reykjavík var í 1986, tá hann og Sólrun Wardum vóru saman við øðrum floksfeløgunum í Hoydølum. Foreldrini hjá føroyska landsliðsmálverjanum fegnast um møguleikan at ferðast í sambandi við spennandi uppgávur hjá dóttirni (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-14 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): - Hetta er fjórðu ferð, at eg havi verið í Íslandi. Eg minnist millu annað væl námsferðina við stundaflokkinum í 1986, staðfestir Sólrun Wardum.

- Ja, eg minnist tað eisini væl. Vit svumu í Blóa Lónið, tá alt var opið og ikki so "komersielt" og veittraðu til Ronald Reagan og Mikhail Gorbachev, tá teir koyrdu forbí, har vit stóðu. Teir høvdu ein týðandi fund í Reykjavík...tá var Sórun eisini vorðin ordiliga forlipt í mær, minnist Hannis Wardum og flennir.

Tey sita á einum bonki í Lambaughøllini í Reykjavík. Har eygleiða tey millum annað dóttrina Rakul Wardum, sum saman við 15 øðrum føroyskum kvinnum fyrireikar seg til fyrsta dystin í undankappingini til EM 2026.

Sí eisini: Spæla endaspæl í vetur - byrja nýggja undankapping í morgn

Tað er ikki nemlga av tilvild, at Sólrun og Hannis Wardum eru aftur íslendska høvuðsstaðnum hesa vikuna.

- Vit taka okkum av løttum, men vit eru her fyrst og fremst fyri at stuðla Rakul og hinum.

[object Object]
Landsliðsmálverjin úr Ringkøbing, Rakul Wardum, fyrireikar seg í Íslandi, og foreldrini eru komin við at stuðla (Mynd: Sverri Egholmm)

Flutti til Danmarkar sum 16-ára gomul - halda tætta sambandinum

Rakul Wardum er 23-ára gomul, men tað eru yvir sjey ár síðani, at hon fór til Danmarkar at ganga á hondbóltsakademi í Skanderborg (SHEA), har hon menti seg sum spælari og eisini fór í student. .

- Tað vóru fáir dagar eftir, at hon fylti 16 ár, minist mamman.

Rakul er yngsta barnið av trimum hjá Hannisi og Sólrun. Harvið hava tey bæði javnan verið í Danmark og vitja seinastu árini, og tey leggja sjálvandi nógv í at vera so nógv saman við dóttrini sum gjørligt.

- Tá vit eru í Danmark, og tá tað er landsliðssteðgur, royna vit at koma til venjingar og sovorit eisini. Vit eru ikki beinleiðis saman við Rakul undir einari venjing til dømis, men tað eru vit so kortini. Tað er týdningarmikið fyri okkum, at hon merkir stuðulin frá okkum, staðfesta foreldrini.

[object Object]Sólrun Wardum og Hannis Wardum  til venjingina í gjár - her saman við Halli Danielsen frá HSF, sum eigur tvær døtrar i í landsliðshópinum (Mariu og Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe)


Sólrun Wardum sigur, at dótturin eisini dugir væl at halda sambandinum úr Danmark, har hon nú umboðar Ringkøbing Håndbold í fremstu deildini.

- Rakul er góð til at ringja til okkum, tá hon er á veg heim frá venjing. Tað er tíbetur so mikið lætt at samskifta nú, og tíbetur kann hon vera nógv heima hjá okkum, tá landsliðið er saman.

Sórun og Hannis staðfesta eisini, at eins og nógv onnur foreldur sum hava børn í ítrótti leingi, so fara so at siga allar feriur til ferðing í sambandi við ítrótt. Tað er tó bara stuttligt, halda tey; man er partur av einum felagsskapi, men sær børnini gera tað, sum tey elska, og so kemur man eisini støð, sum man annars ikki hevði komið.

Foreldrini vóru millum annað eisini við, tá Føroyar spældu EM-endaspæl í Basel, tá tær spældu seg til HM í Litava í apríl, og fara tey eisini til Trier.

[object Object]
Rakul Wardum saman við beiggjanum Bartal Wardum, sum var millum áskoðarnar til EM í Basel (Mynd: Agnar Prestá)

[object Object]Her síggjast Wardum-systkini: Rakul, miðlingurin Bartal og Katrin Wardum Petersen (Mynd: wardum.fo)

Tey greiða frá, at seinast tey vóru í Íslandi var á familjuferð við øllum trimum børnunum, sum tá vóru væl yngri. Tá varð siglt til Seyðisfjørðin - nú skal yngsta dóttirin verja føroyska málið í Reykjavík.

Sólrun og Hannis gleða seg til dystin í Reykjavík mikukvøldið. Annars royna tey at njóta dagarnar her.

HM-undankappingarbólkurin: 
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar

1. umfar.
Í morgin, mikudagin 15. oktober
20.30: Ísland - Føroyar

Sí eisini: Føroyingar við seinastu fyrireikingunum í Fram-høllini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder