Bill McLeod Jacobsen og Skála ÍF hava undirskrivað venjarasáttmála fyri 2020, og harvið er Bill settur sum høvuðsvenjari hjá Skála ÍF fyri komandi kappingarár. Hetta boðar Skála frá í morgun.
Síðani tað varð greitt fyri viku síðan at Eyðun Klakstein, ið hevði røkt starvið seinastu tvey árini, ikki fór at halda fram á Skála, hevur spuringurin verið, hvør fór at taka yvir.
Les eisini: Eyðun Klakstein venjari hjá Víkingi næstu tvey árini
Bill hevur drúgvar venjararoyndir, og Skála skrivar á sínari facebook-síðu, at serliga er Bill kendur fyri 10 ára tíðarskeiðnum sum U21 landsliðsvenjari í 2007-2016. 44-ára gamli venjarin hevur Pro License, ið er hægsta venjaraprógv hjá UEFA. Hin føroyingurin ið hevur hesa útbúgvingina er Jógvan Martin Olsen - Mikkjal Thomassen er í gongd við at taka hana.
Seinastu tíðina hevur Bill havt ábyrgd av talentmenningini hjá HB, og sambært Skála passar hetta eisini sera væl við ætlanirnar hjá felagnum um at í enn størri mun brúka egið spælaratilfeingi og menna teir ungu spælararnar í felagnum.
Seinastu tíðina hevur verið frammi, at Skála hevur ávísar fíggjarligar trupulleikar, og bert ein leikarasáttmáli er uppá pláss til komandi ár - hann er við Niels Paula Danielsen. Greitt er, at Karstin Hansen, Haraldur Højgaard og Jákup Johansen ikki halda fram, og ivamál er um fleiri av leikarunum.
Les eisini: Ronni Møller-Iversen: - Sera ivasamt um eg haldi fram á Skála
Ari Olsen tekur støðu eftir U21- landsdystin
Seinast Bill McLeod stóð á odda fyri einum liðið í Betrideildini var í 2014. Tá gjørdist bert talan um fimm dystir á Argjum. Í 2018 var hann venjari hjá B68, ið hann akkurat ikki megnaði at føra upp aftur í Betrideildini. Tað er við júst B68, at Bill hevur best úrslit í liðfótbólti. Frá 2008 til og við 2011 stóð Bill á odda á Svangaskarði. Í 2009 endaði liðið á 5. plássi og spældi til tíðir heilt góðan fótbólt.
Nú er tað bert EB/Streymur í Betrideildini, ið ikki hevur venjaraspurningin uppá pláss til komandi ár. Greitt er ikki enn, um Jákup Martin Joensen heldur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald