Í gjárkvøldið kunngjørdi Víkingur, at Eyðun Klakstein tekur við eftir Sámal Erik Hentze.
Les eisini: Eyðun Klakstein venjari hjá Vìkingi næstu tvey árini
Nú er greitt, at Jákup Johansen ikki heldur fram á Skála, men ístaðin fer at royna seg í Eysturkomunu. 26-ára gamli strandingurin hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við Víking.
(Mynd: vikingur.fo)
Jákup er ein vinstrabeintur framrættaður leikari. Hann hevur verið nakað skaðadarvaður seinastu árini, men hann hevur verið ein umráðandi leikari fyri barndómsfelagið Skála, og í ár spældi Jákup 25 dystir í Betrideildini, har hann fyri tað mesta spældi sum áleypari og skoraði sjey mál.
Tilsamans hevur Jákup Johansen spælt 124 dystir í Betrideildini og skorað 21 mál. Í 2012 og í fyrru hálvu í 2013 umboðaði hann ÍF.
Tøl: FaroeSoccer
Víkingur hevur sagt farvæl við áleyparan Adeshina Lawal, ið er farin til AB. Hanus Jacobsen er givin, og Heðin Hansen er farin til HB. Greitt er, at veteranirnir og landsliðsleikararnir, Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar, halda fram í Sarpugerði.
Les eisini: Ronni heldur allarhelst fram í føroyskum fótbólti
Ari tekur støðu eftir U21-landsdystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald