Ein av mest umtalaðu hendingunum í fótbóltsheiminum í viksukftinum var støðan tíðliga í Birmingham-uppgerðini í gjár. Dysturin í The Championship varð merktur av, at ein áskoðari hjá heimaliðnum leyp inn á vøllin, og sló liðformanninum hjá Aston Villa niður við nevanum og leyp á hann aftanfrá.
Les eisini: Jack Grealish álopin av áskoðara
Greaslish lat seg tó ikki ávirka, og miðskeiðis í 2. hálvleiki avgjørdi hann dystin við einasta málinum í dystinum. Lokali leikarin hevur fingið nógv rós fyri háttin, ið hann takklaði støðuna uppá.
Birmingham hevur gjørt greitt, at slíkir atburðir hoyrir ongastaðni heima, og at áskoðarin ongantíð sleppur aftur til fótbólt á St. Andrews leikvøllinum.
Áskoðarin eitur Paul Mitchell. Hann er 27-ára gamal og er nú skuldsettur av løgregluni í West Midlands Police. Hann varð handtikin fyri álopið og var fyri rættinum í dag. Mitchell játtaði seg sekan.
Í dystinum millum Arsenal og Manchster United í London kom eisini ein áskoðari inn á vøllin og skumpaði Chris Smalling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald