16. september átti Annika Fríðheim Petersen eina dóttir - vikuna eftir var hon í venjingarhølunum aftur.
26-ára gamli málverjin hevur staðfest, at HM-endaspælið var eitt greitt mál hjá henni, hóast tað liggur stutt eftir, at hon gjørdist mamma fyrstu ferð.
Annika varð tikin út sum ein av trimum føroyskum málverjum og spældi leygarkvøldið eina løtu í venjingardystinum móti Íslandi, har hon bjargaði fimm skotum. Hetta vóru fyrstu leikminuttirnir hjá Anniku Fríðheim Petersen, síðani hon spældi fyri EH Aalborg tíðliga í februar.
Hetta var samstundis fyrsti landsdysturin hjá hoyvíkskvinnuni síðani síðsta EM-dystin móti Danmark í desember í fjør - eitt lítið ár seinni spældi Annika Petersen aftur í einum endaspæli í gjár.
Føroyski verjuparturin hevði tað trupult, júst tá hon kom inn, men við seks bjargingum upp á stórar 15 minuttir, var Annika Fríðheim Petersen við at syrgja fyri, at munurin til Montenegro ikki var meira enn tvey mál í steðginum: Bert fýra mál fóru inn hjá henni seinna helming av 1. hálvleiki.
![]()
Annika Fríðheim Petersen og Pernille Brandenborg heilsast á veg út til hálvleiks (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrstu løtuna eftir steðgin bjargaði Annika Fríðheim Petersen tvær ferðir afturat, soleiðis at talan varð um samanlagt átta bjargingar, áðrenn Rakul Wardum avloysti hana aftur í 41. minutti - og tók rímiliga væl við, við nøkrum góðum bjargingum.
Fyrstu tíggju minuttirnar í 2. hálvleiki var títtari millum montenegrinsku málini, og so er tað eisini so, at Annika Petersen ikki kann spæla ov nógvar minuttir í senn enn. Tað var ikki fyrrenn fyrst í mánaðinum, at hon veruliga kundi venja hondbólt aftur.
Bjargingar móti Montenegro:
Annika Fríðheim Petersen 8/19 (42 prosent)
Rakul Wardum 6/27 (22 prosent)
Føroysku málverjarnir høvdu harvið 14 bjargingar samanlagt - fyri dystin gjørdist tað annars avgerandi fyri dystin, at Armelle Kelly Attingre hjá Montenegro bjargaði heili 17 ferðir. Fleiri av hesum vóru bjargingar uppá púra frí skot
Sí eisini: Pernille toppskjútti og Jana dagsins spælari - Føroyar brendu ov ofta
Tað hevur verið víst á, at Annika Fríðheim Petersen kann fáa stóran týdning í løtum á vøllinum í Týsklandi og eisini rundanum. Hetta sást í gjár, har rímiliga royndi málverjin vísti síni evni at staðseta seg, pilka skjúttar og við at fáa størri lív og samanhang í verjuna.
At hava eitt gott málverjutoymi skal ikki undirmetast. Umframt Anniku og Rakul, er 18-ára gamla Gylta Djurhuus á Neystabø við í Týsklandi. Hon prógvaði longu sítt virði í fyrsta A-landsdystinum við týðandi bjargingum móti endanum í sigrinum móti Íslandi 15. oktober.
Annika Petersen og Rakul Wardum fegnast saman eftir 17-17 javnleikin móti Kroatia í fjør, har júst Annika stórspældi við 17 bjargingum. Rakul Wardum stórspældi tá í 1. umfari móti Sveis og átti stóran leiklut við at fáa spenning í tann dystin (Mynd: EHF/Kolektiff)
Tað eigur eisini at geva íblástur til viðspælararnar, at ein av leiðarunum savnaðist saman við liðnum tveir mánaðir eftir, at hon hevði átt. Tað er ikki bara sum at siga tað at koma fyri seg so skjótt - og so til toppavrik á stórum palli.
Lítla dótturin er sjálvandi við til HM, og unnustin, foreldrini og systur Anniku eru við í Trier fyri at hjálpa við tí praktiska.
Føroyar spæla aftur í morgin, fríggjadagin 28. november klokkan 19.30, móti Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald