Fótbóltur

Bjartalíð: - Hevði gásarhold og tár trillaðu

Føroyingurin skoraði sjálvur í brotsparkskappingini í steypafinaluni, og setur hann orð á serligu upplivingina við mongu Fredrikstad-fjepparunum. Søguliga steypagullið merkir eisini góðar evropeiskar fyritreytir.

2024-12-10 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var nokk ein heldur keðiligur dystur fyri hyggjararnar.

Hetta staðfesti Jóannes Bjartalíð fyrst flennandi, tá Portalurin tosaði við hann um norsku steypafinaluna, sum Fredrikstad vann leygarkvøldið.

Les eisini: Brandur og Bjartalíð við til at skjóta steypið til Fredrikstad

28-ára gamli klaksvíkingurin helt tó, at dystarmyndin hóskaði fínt til Fredrikstad, og at liðið tók meira og meira yvir, sum dysturin móti Molde leið.

Fredrikstad kundi avgjørt í longdu leiktíðini við millum annað stútara á yvirleggjaran. Neyðugt varð tó við brotsparkskapping, og har skuldi Bjartalíð sjálvandi skjóta.

- Eg haldi, at eg var púra kaldur í støðuni. Eg avgjørdi áðrenn, hvar eg skuldi skjóta og smíltist bara, meðan eg gekk niðan, og Molde fjepparinir buðaðu.

Jóannes skoraði næsta skotið hjá Fredrikstad, Brandur Handriksson ta triðja - báðir føroyingarnir vóru púra tryggir. Tað vóru restina av teimum í hvítum og reyðu eisini, og orsakað av at fyrsta skotið hjá Molde fór uppum, so vann Fredrikstad steypið.

Hetta var 12. ferð, at Fredrikstad vann norsku steypakappingina - javnaði metið hjá Rosenborg og Odd - men fyrstu ferð síðani 2006.  Tað merkti nógv fyri mongu fjeppararnar í fótbóltsglaða býnum, og tað merktu Jóannes Bjartalíð og hinir ógvuliga væl.

- Upplivingin kann ikki beskrivast. Tað var heilt ótrúliga stórt at spæla norsku steypafinaluna og hoyra 15.000+ Fredrikstad-fjepparar bara takað yvur Ullevaal og syngja sang um meg og aðrar. Gásarhold og tár trillaðu. So at enda at vinna hana og feira har á Ullevaal og síðan at vera móttikin í Fredrikstad av fleiri túsundtals fólkum var fantastiskt.

Steypagullið merkir eisini, at Fredrikstad fyri fyrstu ferð síðani 2009 skla spæla evropeiskan fótbólti. Liðið kemur inn í 3. umfari av Europa League - harvið kann ein samanlagdur sigur senda Fredrikstad í eitt evropeiskt bólkaspæl. Jóannes Bjartalíð hevur eitt ár eftir av sáttmálanum. Brandur Hendriksson fer at finna nýtt felag í vetur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder