
Fredrikstad vann í dag steypafinaluna móti Molde. Tað hendi eftir brotssparkskapping.
Endurreisnin hjá Fredrikstad heldur fram. Í fjør flutti liðið upp eftir 12 ár burtur úr Eliterseriuni, í ár endaði Fredrikstad á 6. plássi sum uppflytari, og nú er felagið steypavinnari - og skal spæla evropeiskan fótbólt fyri fyrstu ferð síðani 2009.
Mikkjal Thomassen var við at sjóseta ferðina móti stuttligari støðum. Hann kom úr KÍ seint í 2022, og stutt seinni komu Jóannes Bjartalíð (eisini KÍ), Brandur Hendriksson Olsen (uttan felag eftir krossbandsskaða) og seint í 2023: Elisabet Vang úr KÍ.
Fysisiki venjarin fór í síðsta mánaða somu kós, sum Mikkjal Thomassen fór mitt í juli: Til svenska AIK. Føroysku venjararnir vóru tó við til fleiri umfør í steypakappingini - Elisabet til hálvfinaluna móti KFUM Oslo sum endaði við brotssparkskapping.
Eins og tá, sigraði Fredrikstad tá úr ellivu metrum, eftir at tað hevði verið málleyst í 120 minuttir. Fredrikstad kundi avgjørt í 120. minutti - við stútara á yvirleggjaran.
Ístaðin skoraðu allir fimm skjúttarnir í hvítum og reyðum trygt: Millum annað Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson, sum vóru ávikavist næst og trið í køini; báðir vóru ísa kaldir.
Fyrsta skotið hjá Molde fór upp um málið, so tá íslendski liðskiparin Julius Magnusson smekkaði síðsta skotið í netið, kundu Bjartalíð og Brandur stórfegnast saman við teimum upp ímóti 15.000 Fredrikstad-fjepparunum - harav nøkrum føroyingum á Ullevaal.
Brandur var við sínum síðsta skoti í Fredrikstad-blusuni við at tryggja felagnum steypið. 28-ára gamli miðvallarin vann eisni donsku steypakappingina við FCK í 2015 - skálvíkingurin skoraði sigursmálið - og harvið hevur hamn gjørt nakað óvanligt og kanska óhoyrt sum føroyskur fótbóltsspælari: Vunnið steypakapping í tveimum ymiskum londum uttanfyri Føroyar.
Klaksvíkingurin hjá Fredrikstad vann við KÍ í 2016, og nú eydnaðist tað uttanlands. Hetta merkir at Fredrikstad saman við Rosenborg og Odds (fyrr Odd Greenland) eru mest vinnandi í NM-Cup við 12 steypaheitum. Hetta merkir eisini, at Jóannes Bjartalíð í 2025 skal spæla í Evropa við Fredrikstad.
Portalurin ynskir føroyingunum við tilknýti til Fredrikstad hjartaliga tillukku við steypinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald