Hondbóltur

Bjørk F. Joensen til Randers HK

Landsliðsleikaran skiftir frá Neistanum til næstbestu deildina í Danmark.

Bjørk F. Joensen í landsdysti móti Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Bjørk F. Joensen í landsdysti móti Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-15 08:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein kvinnuligur føroyskur landsliðsleikari í hondbólti hevur skrivað sáttmála við sterkt danskt felag.

Talan er um 19 ára gomlu neistakvinnuna, Bjørk F. Joensen, sum nú skal spæla við danska felagnum Randers HK, sum spælir í næstbestu deildini.

- Vit eru sera fegin um, at Bjørk velir Randers HK heldur enn eitt felag í bestu deildini, og vit eru eisini sera fegin um og vís í, at tað var tann rætta avgerðin fyri hennara menning, sigur Christian Lynnerup, sum er ‘elitechef’ í felagnum við heimasíðuna randershk.dk.

Høvuðsvenjari hjá Randers HK er Simon Olsen, sum hevur virkað í Føroyum sum venjari hjá H71, og sum eisini er hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Við heimasíðuna hjá Randers HK sigur hann:

- Við Bjørk fáa vit ein leikara, sum styrkir liðið bæði í álopi og verju. Hóast hennara unga aldur fáa vit ein leikara við altjóða royndum frá bæði ungdóms og A-landsliðnum, og tað vænti eg, at vit fara at fáa gagn av.

Sjálv sigur Bjørk við heimasðiðuna, at hon hevur fingið eitt gott hugmynd av Randers HK.

- Eg eri glað fyri at at sleppa at halda fram á mínari hondbóltsleið í Danmark, og vænti at kunna menna meg víðari í Randers HK, bæði sum leikari og menniskja.

- Randers HK er eitt spennandi felag við góðum venjingarumhvørvi og sterkum samanhaldi í hópinum, sum hevur stóran týdning fyri meg. Eg síggi fram til at geva mítt íkast hetta komandi kappingarárið, og gleði meg til at gerast ein partur av liðinum og felagnum, sigur Bjørk F. Joensen millum annað.

Bjørk Franksdóttir Jensen er, sambært handballstatz.com, skrásett fyri seks dystir og fýra mál á A-landsliðnum.  

[object Object]
Bjørk F. Joensen í nýggju leikaratroyggjuni (Mynd: randershk.dk)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder