Innanlands

Borðtennislegenda flaggberi á Oyggjaleikunum

Peter Hentze Niclasen hevur verið við til hvørjar oyggjaleikir síðani 1989 - uttan í 2013 tá borðtennis ikki var við. Leygarkvøldið fer hann at ganga fremst.

Hann hevur vunnið fleiri heiðursmerki á leikunum og sigur, at hetta er ein heiður, tí Merkið er jú samleikaprógv fyri føroyska ítróttarhópin (Mynd: ÍSF)

Hann hevur vunnið fleiri heiðursmerki á leikunum og sigur, at hetta er ein heiður, tí Merkið er jú samleikaprógv fyri føroyska ítróttarhópin (Mynd: ÍSF)

2023-07-05 08:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oyggjaleikirnir á Guernsey verða settir leygarkvøldið 8. juli klokkan 18 á Albert Pier í St Peter Port.

Ein av føstu táttunum á stóra hátíðarhaldnum er, at ein flaggberi gongur fremst fyri hvørt limaland saman við einum vatnbera.

Hjá Føroyum er tað vanliga yngsti íðkarin, sum er við, ið berur vatnið. Talan er um vatn, ið er tikið við úr Føroyum. Flaggberin til setanina á Guernsey verður ein av teimum, sum veruliga hevur roynt nógv í Oyggjaleikahøpi.

Ítróttasamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at borðtennislegendan Peter Hentze Niclasen fer at bera Merkið leygarkvøldið.

- Peter man verða ein tann føroyingurin, sum hevur luttikið á flest oyggjaleikum tilsaman. Hann hevur verið við til allar oyggjaleikirnar líka síðan 1989, tó undantikið 2013, tá borðtennis ikki var á skránni. Í 1989 - 2005 var hann við sum leikari, 2007-2011 sum venjari og frá 2011 til í ár sum hjálparvenjari ella leiðari.

Peter hevur eisini verið við til at vinna heiðursmerkir á oyggjaleikunum, bæði sum spælari og sum venjari. Serliga sterkt í minnium er bronsuheiðurmerkið, sum Peter vann í liðkappingi í Føroyum í 1989 og gullheiðursmerkið, ið Durita Fríðadóttur Jensen og Henriette Nørr vunnu í tvímannsleiki á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017, tá Peter Hentze Niclasen var við ein av venjarunum.

Peter sigur soleiðis við isf.fo um tað at vera flaggberi

- Tað er ein stórur heiður at bera Merkið til setanina av oyggjaleikunum, tí Merkið er jú samleikaprógv fyri føroyska ítróttarhópin og samstundis føli eg tað sum eitt herðaklapp at blíva spurdur um hesa tænastu.”



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder