16 ára gamla Brá Zakariasardóttir fer eftir summarferiuna til Fortuna Hjørring at spæla fótbólt. Hon kom í fjør úr FC Hoyvík oman í Gundadal til B36 at spæla fótbólt í fjør.
Síðan er hon skrásett fyri 22 dystir og 12 mál í B36.
Nú er hon sloppin inn á akademiið hjá Fortuna Hjørring. Hon fer at ganga í skúla og spæla fótbólt í kenda Dana cup økinum saman við 19 øðrum gentum.
Hetta er komið í lag aftaná royndarvenjing í eina viku.
(Mynd: Sverri Egholm)
Fortuna Hjørring hevur eina flotta søgu á kvinnusíðuni. Tað eru meira enn 20 ár síðani, at felagið gjørdist fyrsta danska felagið sum spældi seg í eina evropeiska finalu.
Felagið er framvegis eitt tað fremsta danska felagið fyri kvinnulið. Fyrrverandi A-landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lene Terp, er høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Fortuna Hjørring, sigur B36.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald