Super Bowl LV - tað vil siga nummar 55 í røðini - var á mangan hátt serstøk. Áskoðaratalið var tað lægsta í søguni - 25.000 - orsakað av koronustøðuni, og Tampa Bay Buccaneers gjørdist fyrsta liðið nakrantíð, sum spældi eina Super Bowl á heimavølli.
Hetta var eisini fyrsta Super Bowl hjá Tom Brady við einum øðrum liði enn New England Patriots. Patriots hevur eins og Pittsburgh Steelers vunnið seks Super Bowls, og tað eru liðini, sum hava vunnið flest. Men tað er nú ein leikari, ið hevur vunnið Lombardi-steypið fleiri ferðir enn nakað lið hevur.
43-ára gamli Brady vann sína fyrstu Super Bowl í 2001. Hetta var fyrstu ferð, at Patriots vann Super Bowl, men liðið hevur verið í finaludystinum heili níggju ferðir í hesari øldini, og Brady og høvuðsvenjarin Bill Belichick hava saman vunnið seks ferðir. Í fjør gjørdist Brady Buccaneers-leikari, liðið hevur styrkt seg og ment munandi og er nú vinnari av Super Bowl fyri aðru ferð.
Brady spældi so at siga uttan mistøk - eins og restin av Buccaneers-liðnum. Har kastar tann 43-ára gamli sítt fyrsta touchdown. Hann varð valdur til mest virðismikla leikaran í dystinum (Mynd: EPA)
Stóri maðurin við 87-talinum tók yrkisleiðina uppaftur saman við Brady í Tampa. Í nátt var hann aftur sera týdningarmikil fyri nummar 12 (Mynd: EPA)
Kansas City Chiefs vann Super Bowl í fjør, og við unga Patrick Mahomes á odda sær framtíðin hjá liðnum sera bjørt út. Í ár hevur liðið hjá Andy Reid aftur víst stóra styrki, men hóast Chiefs komu á odda 3-0 í nátt, so sá liðið so at siga allatíðina út til at vera nøkur fet aftanfyri. Buccaneers vóru sterkari á so at siga øllum økjum og vunnu ógvuliga sannførandi. Heimaliðið var á odda 21-6 í steðginum. Brady spældi sera væl og fann tvær ferðir Rob Gronkowski, sum hann eisini hevði sera gott samstarv í New England, máløkinum, og einaferð Antonio Brown, sum eisini er komin inn at styrkja liðið. Álopið koyrdi harvið næstan sum smurt, men verjan var eisini ógvuliga sannførandi. Serliga var Devin White framúr, men royndi Jason Pierre-Paul var eisini umráðandi viðvíkjandi at leggja stórt trýst á Mahomes. Teir, ið royndu at verja hann, høvdu avgjørt ikki sín besta dyst, og Chiefs fekk ikki eitt touchdown. Hetta er óhoyrt fyri sterka álopið.
White og Pierre-Paul geva Mahomes trupulleikar. Nummar 15 tapti, og tað gav honum pínu- bæði so og so (Mynd: EPA)
Mahomes hevur nú tapt eina Super Bowl og vunnið eina (Mynd: EPA)
Í 2. hálvleiki - eftir at The Weekend hevði gjøgnumført eitt gott "Half Time Show" - fekk sterki runningbakkurin Leonard Fournette eitt touchdown, og so snúði tað seg bara um at koyra tað heim.
Brady og Fournette fegnast (Mynd: EPA)
Abel Makkonen Tesfaye - betri kendur sum The Weeknd - úr Kanada framførdi "Blinding Lights" og aðrar kendar sangir (Mynd: EPA)
"Bucs", við Bruce Arians sum høvuðsvenjara, vunnu við 22 stigum. Tað er størsti munurin í finaluni í NFL hevur síðani í 2014, tá Seahawks vunnu á Broncos við 35 stigum. Brady og hansara menn vístu veruliga styrki og koppaðu Chiefs av trónini - næsta kappingarár skal onkur royna at koppa liðnum úr Florida. NFL fer ikki í gongd aftur fyrrenn 9. september.
Super Bowl LV
Raymond James Stadium, Tampa (Florida) 07.02
Tampa Bay Bucaneers - Kansas City Chiefs 31-9 (21-6)
Mest virðismikli leikarin: Tom Brady - kastaði trý touchdowns í sínari tíggjundi Super Bowl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald