Nú er greitt, hvørji sjey útav teimum átta liðum sum skulu spæla í fjórðingsfinalunum í FA Cup eru. Eisini er greitt, hvussu tey skulu spæla í 1/4-finalunum seinni í mánaðinum:
Sheffield United - Arsenal
Newcastle United - Manchester City
Norwich City - Derby County/Manchester United
Leicester City - Chelsea
Í gjárkvøldið fingu nummar tvey og trý á stigatalvuni teprar sigrar á útivølli móti liðum úr næstbestu deilduni. Tað helt hart hjá bæði Leicester og Manchester City, men tað gekk.
Tottenham kom á odda tíðliga móti Norwich og var omaná, men so lat liðið hjá Mourinho botnliðið í Premier League koma inn í dystin. Tað endaði 1-1, og so varð neyðugt við brotssparkskapping. Erik Lamela skeyt omanfyri málið, og Tom Krul, sum áður hevur gjørt um seg í brotssparkskappingum og hevði nøvnini á skjúttunum, og hvar teir vanliga skjóta á sínum dunki, bjargaði tveimum teimum seinastu royndunum hjá heimaliðnum.
Tim Krul gjørdist hetjan hjá Norwich (Mynd: EPA)
Hollendski málverjin og Norwich-leikararnir stórfegnaðust, men hjá Tottenham var vónbrotið stórt. Og frá áskoðaraplássinum varð Eric Dier, ið annars skoraði sítt brotsspark, niðurgjørdur beint við síðuna av beiggja hansara og øðrum limum av famliljuni. Hetta fekk serliga bróðurin ampa av, Dier sá/varð gjørdur varugur við støðuna og gjørdi ikki mætari enn at leypa upp á áskoðaraplássini. Hann tók í ein mann, og tær togaðust/skumpaðu eitt sindur. Vaktir o.a komu uppí leikin, og rokið stegðai. Á tíðindafuninum vardi Mourinho sín leikara:
- Sum ein professionellur var hetta ikki tað rætta at gera, men eg skilji hann sera væl, og tey allarflestu høvdu gjørt tað sama í støðuni
Rooney er ein legenda í Manchester United (Mynd: EPA)
Í yvir tíggju ár var Wayne Rooney ein lyklaleikari hjá Manchester United. Nú skal 34-ára gamli leikarin dystast móti sínum gamla felagið um at koma í fjórðingsfinaluna. Hann spælir og er eisini partur av venjaratoyminum hjá Derby, ið kann gera tað heilt trupult fyri liðið hjá Solskjær í kvøld.
FA Cup 1/8-finalurnar (5. umfar):
Í kvøld
(19.45): Derby - Manchester United
Mikudagin 04.03:
Leicester - Birmingham 1-0 (0-0)
82' Ricardo Pereira 1-0
Sheffield Wednesday - Manchester City 0-1 (0-0)
53' Sergio Aguero
Tottenham - Norwich 1-1 (3-4 eftir brotssparkskapping)
13' Jan Verthongen 1-0
78' Josip Drmic 1-1
Týsdagin 03.03:
Chelsea - Liverpool 2-0 (1-0)
13' Willian 1-0
64' Ross Barkley 2-0
Les eisini: Enn ein ósigur til Liverpool
Reading - Sheffield United 1-2 (eftir longda leiktíð)
2' David McGoldrick 0-1
43' George Puscas 1-1
105' Billy Sharp 1-2
West Bromwich - Newcaslte 2-3 (0-2)
33' Miguel Almiron 0-1
45' Miguel Almiron 0-2
47' Valentino Lazaro 0-3
74' Matt Phillips 1-3
90' Kenneth Zohore 2-3
Mánadagin 02.03:
Portsmouth - Arsenal 0-2 (0-1)
45' (+4) Sokratis 0-1
51' Eddie Nketiah 0-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald