Fótbóltur

Skiftið hjá Bruno Fernandes til United er nú váttað - Tottenham hevur funnið avloysaran hjá Eriksen

Premier League-feløgini hava fingið, ella eru við at fáa, avtalur uppá pláss, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur. Her er eitt yvirlit.

Bruno Fernandes saman við Ole Gunnar Solskjær (Mynd: Manchester United)

Bruno Fernandes saman við Ole Gunnar Solskjær (Mynd: Manchester United)

2020-01-30 17:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flytingarvindeygað fyri feløg í Onglandi letur aftur klokkan 11 í annaðkvøld. Tað er eisini galdandi fyri lið í Spania, Týsklandi, Italia og Fraklandi.

Í Onglandi er heilt lítið hent hetta flytingarvindeygað. Liverpool tryggjaði sær Takumi Minamino frá RB Salzburg, áðrenn sjálvt vindeygað lat upp. Tottenham hevur selt Christian Eriksen til Inter. Í gjárkvøldið kom hansara avloysari uppá pláss, hóast talan ikki er um sama slagi av leikara. 22-ára gamli álopskendi miðvallarin, ið mest spælir á kantinum, Steven Bergwijn skiftir úr PSV fyri áleið 27 milliónir pund. Í fjør skoraði hann 14 mál í Eredivisie og hevur spælt níggju A-landsdystir fyri Holland Tottenham er í gongd við at leggja vinstra bakkin Danny Rose út til Newcastle. Pierre Emil-Højbjerg hevur verið nevndur sum ein møgulig tilgongd afturat. Danski miðvallarin er liðformaður í Southampton.

[object Object]
Stephen Bergwijn er nýggjasti Tottenham-leikarin

Eftir longri tingingar um keypsprís gjørdust Manchester United og Sporting samd í gjárkvøldið. Hann er áljóðandi 47 milliónir pund, men virðið kann fara upp í heili 67 milliónir pund við klausulum. 25-ára gamli portugisiski miðvallarin hevur verið liðformaður hjá Sporting seinastu tíðina. Hann fleyg úr Lissabon í morgun og hevur síðani verið til samráðingar um sáttmála hansara og til læknakanning.

Les eisini: United og Sporting samd um ein keypspris fyri Bruno Fernandes

Fyri løtu síðani váttaði Manchester United, at maðurin, sum hevur skorað 63 mál og lagt upp til 52 í 137 dystum fyri Sporting Clube de Portugal og spælt 17 A-landsdystir, hevur skrivað sáttmála við felagið sum er galdandi í fimm og eitt hálvt ár. Við heimasíðu felagsins sigur Bruno Fernandes, at kærleiki hansara fyri Manchester United byrjaði, tá hann sá Cristiano Ronaldo, ið eisini skifti frá Sporting til United, spæla fyri felagið. Tá gjørdist hann fjeppari, og nú skal hann so spæla í reyðu troyggjuni.

[object Object]
Bruno Fernandes og Cristiano Ronaldo í dysti fyri Portugal

Manchester United fær møguliga meira tilgongd áðrenn í annaðkvøld. Ole Gunnar Solskjær hevur sagt, at liðið manglar ein áleypara, nú Marcus Rashford er úti nakrar mánaðir. Nógv nøvn hava verið nevnd, eingin við høgum klassa, og talan verður allarhelst um ein leigusáttmála. Marcos Rojo er leigaður út til Estudiantes í heimlandinum Argentina

Aðrar flytingarsøgur:

- Wolves tryggjaði sær í gjár Daniel Podence frá Olympiakos. Kantspælarin kostaði Wolves 17 milliónir pund. 

Arsenal hevur leigað spanskan verjuleikaran, Pablo Marí, úr Flamengo

- Norski miðvallarin Sander Berge skiftir til Sheffield United. Hann hevur annars stutt verið settur í samband Liverpool og Manchester United, men í morgun varð hann sæddur í Sheffield saman við venjaranum Chris Wilder, ið ynskir at knýta 2-3 leikarar til afturat. Berge skiftir úr Club Brugge, og prísurin ið Sheffield noyðist at lata, verður met fyri felagið

- Í morgun kom fram, at Chelsea roynir at fáa fatur á Dries Mertens. Sum skilst verður belgiski leikarin ikki dýrur, tí sáttmálin við Napoli gongur út í summar. Oliver Giroud skiftir møguliga úr Chelsea, men hann ynskir ikki at fara til Newcastle

- Høgri bakkurin Cedric, ið vann EM við Portugal í 2016, skiftir allarhelst úr Southampton. Arsenal verður nevnt sum gott boð.

- Summir miðlar vilja verða við, at Gareth Bale kemur aftur til Premier League. Hetta hevur tó verið at hoyrt so at siga hvørt flytingarvindeyga seinastu seks árini.

- Leicester leitar eftir einum miðverja. Danin, verjuleikarin úr Southampton, Jannick Vestergaard, er nevndir í hesum sambandi. 

Høvuðskelda: SkySports

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder