Fótbóltur

Váttað: Eriksen er nú Inter-leikari

Danin hevur skrivað undir sáttmála, ið er galdandi til summarið 2024, og hann fær nummar 24 á ryggin á bláu og svørtu leikaratroyggjuni. Italenska felagið fær hann fyri lítið og lætt, í mun til hvat veruliga virði hansara er..

Eriksen hevur nú takkað fyri seg í Tottenham (Mynd: EPA)

Eriksen hevur nú takkað fyri seg í Tottenham (Mynd: EPA)

2020-01-28 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann besti danski fótbóltsleikarin seinastu mongu árini skal nú spæla í Serie A. Hetta er nú endaliga greitt. 27-ára gamli álopskendi miðvallarin lendi í gjár í Milano, og hevur síðani verið til læknakanning og hevur saman við umboðsmanni sínum fingið alt uppá pláss við sáttmálanum. Sambært Skysports.fer danin at fáa beint undir eina millión krónir um vikuna í Milano.

Hann varð fagnaður av fjepparum, tá hann kom til læknakanningina, og Inter Milan hevur allan hendan mánaðin roynt at fingið fatur á kreativa leikaranum. Sáttmáli hansara við Tottenham stóð til at ganga út í summar, og einki bendi á, at hann fór at verða longur. Eriksen gjørdi í summar greitt, at hann var avgjørt áhugaður at roynt okkurt nýtt skjótt. Danin spældi í seks og eitt hálvt ár við Tottenham. Samanlagt gjørdist talan um 305 dystir, 69 mál og  89 upplegg. 

Les eisini: Inter Milan sett seg í samband við umboðsfólk hjá Eriksen

Serliga Real Madrid og Manchester United vórðu sett í samband við Eriksen í summar, men í januar hevur Inter havt langar samráðingar við Tottenham. Formaðurin, Daniel Levy vildi ikki boyggja seg: Hann skuldi hava minst 20 milliónir evrir fyri miðvallaran. 150 milliónir krónir er ikki nógv á dagsins marknaði - í seinastu viku royndi Barcelona eisini at koma inn í dystin um danan. 

Liðið hjá Antonio Conte hevur í januar fingið tilgongd av Victor Moses (Chelsea) og Ashley Young (Manchester United). Nú er so ein leikari úr Premier League komin afturat, og Sky skrivar, at venjarin er eisini sera áhugaður at fáa Oliver Giroud til felagið eisini.

Inter liggur á 2. plássið í Serie A - trý stig aftanfyri Juventus. Sáttmálin millum Eriksen og felagið er galdandi í fýra og eitt hálvt ár. Hann fer at spæla í nummar 24,

Tottenham hevur kunngjørt, at Giovanni Lo Celco, nú er keyptur. London-felagið leigaði hann úr Real Betis í summar. Miðvallarin verður sum ein avloysari hjá Christan Eriksen. Líkt er eisini til, at Steven Berwijn kemur úr PSV Eindhoven. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder