Fótbóltur

Inter Milan sett seg í samband við umboðsfólk hjá Christian Eriksen

Sannlíkt er, at danski miðvallarin skiftir úr Tottenham í januar ella fer frítt í summar. Sáttmáli hansara gongur út í summar, og hann hevur ikki verið fastur maður hetta kappingarárið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-02 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

27-ára gamli Christian Eriksen varð settur í samband við fleiri feløg í summar - millum annað Real Madrid og Manchester United. Danin segði sjálvur í juni, at kanska var tíðin røtt til at royna nakað nýtt.

Har kom einki ítøkiligt burturúr, men Eriksen vandi ikki við fyrstaliðnum í eina tíð, og tað tyktiskt greitt, at hann sjálvur ynksti at koma víðari. Leikarin av Fjóni hevur ikki verið fyrstaval á álopskenda miðvøllinum - hvørki undir Pochettino ella Mourinho - og lagt er upp til, at hann fer at royna nýggjar leiðir í 2020.

Sky Sports skrivar í dag, at Inter Milan er eitt av feløgunum, ið hevur sett seg í samband við umboðsfólkini hjá Christian Eriksen. Miðilin skrivar, at London-felagið vil helst selja leikaran nú, tí hann ikki ynskir at leingja sáttmálan, ið gongur út í summar, og tí vil Tottenham hava pening fyri hann. Felagið úr Italia er sera áhugað í dananum, ið hevur gjørt greitt, at um hann skal fara úr Tottenham, so skal tað vera eitt stig upp.

Trupulleikin hjá Tottenahm er, at av tí at bert hálvt ár er til at sáttmálin gongur út, so kunnu feløg uttalanda samráðast við leikaran, og hann kann skifta frítt í summar. Fyrimunurin er, at fleiri feløg ymsastaðni eru áhugaði, og tí kann verða, at tað verður kappbjóða, so at eitt felag einsamalt vinnur sær rættindi at samráðast við Eriksen.

Sky Italia skrivar, at eisini Juventus, ið ofta skaffar sær leikarar frítt, er eftir Christian Eriksen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder