Fótbóltur

Byrja aftur í Philadelphia samstundis sum byrjað verður í New York

Eftir steðg í tveir tímar vegna veður, eru spælararnir hjá Fraklandi og Irak aftur á vøllinum. Noreg - Senegal byrjar nú klokkan 01.00.

(Mynd: Darrian Traynor/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Darrian Traynor/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-23 00:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan hevur verið um søguligt HM-kvøld á og uttanfyri vøllin.

Lionel Messi skoraði bæði málini í Dallas, tá Argentina basti Eysturríki og harvið er skjótt 39-ára gamli fólbóltsgandakallurin mest skorandi spælarin í HM-søguni. Messi hevur nú 18 mál eftir 28 dystir - eingin annar hevur spælt eins nógvar HM-endaspælsdystir.

Sí eisini: Messi skein aftur og yvirhálaði Klose

Nakrar tímar seinni hendi tað, at ein HM-dystur varð stegðaður orsakað av veðri.

Sí eisini: HM-dystur fyribils útsettur orsakað av toursláttir

Talan er um Frakland - Irak. Tað fór at regna av grimd seinasta partin av 1. hálvleiki, men liðini náddu at spæla hálvleikin lidnan, áðrenn myndugleikar og FIFA boðaðu frá, at áskoðararnir skuldu fara undir tak. Stórur partur av stóra leikvøllinum í Philadelphia er ikki undir taki.

Hetta var orsakað av ógvuligum veðri og torusláttri í økinum. Tað skulu ganga 30 minuttir frá seinasta torusláttri í økinum til, at dysturin kann setast í gongd aftur.

[object Object]
(Mynd: Mauro Pimentel/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object](Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Kylian Mbappé skoraði gott mál til 1-0, men síðani fór veðrið at fylla meira enn fótbólturin í Philadelphia (Mynd: Dan Mullan/AFP/Ritzau Scanpix)

Ávarað var um støðuna áðrenn, og tað gingu smáir tveir tímar frá tí spæladarnir fóru til hálvleiks, til teir komu út aftur. Tá var neyðugt at hita upp, og FIFA hevur boðað frá, at byrjað verður aftur klokkan 20.00 føroyska tíð - klokkan 01.00 føroyska tíð.

Dysturin sæst á DR1/DR TV

Hin dysturin í 2. umfari í bólki I verður spældur lutfalsliga nær við Philadelphia: Noreg og Senegal bresta saman í lykladysti í New York. Hesin byrjar eisini klokkan eitt okkara tíð.

Dysturin sæst á TV2 Play, NRK og RÚV. Støðan í bólkinum sæst niðanfyri:

[object Object]

Sí eisini: Rógvandi norðmenn settu dám á Times Square 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder