Hondbóltur

Byrjar at fyllast á Hálsi

Upp ímóti 1800 fólk verða í høllini til avgerandi EM-undankappingardystin móti Ukraina.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-26 18:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólk vilja tryggja sær gott pláss til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Ukraina, sum byrjar í Høllini á Hálsi klokkan 19.

Dyrnar lótu upp klokkan 17, og tá var longu bíðirøð.

Øll atgongumerkini vórðu rivin burtur aftaná sigurin á Rumenia í síðsta mánað, og tilsamans vera eini 1800 fólk í høllini í kvøld.

Gravgangurin hevur verið øgiligur síðani, og uttan iva kundu nógv fleiri atgongumerki verið seld, um høllin rúmaði hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder