Fótbóltur

Carragher: Eg tók feil

Paul Pogba hevur spælt framúr í seinastuni, og viðmerkjari og fyrrverandi leikari hevur nú róst honum á Twitter.

Pogba var dystaravgerandi fyri United í gjárkvøldið og spælir nú á heilt annan hátt enn í fyrsta partinum av kappingarárinum
(Mynd: EPA)

Pogba var dystaravgerandi fyri United í gjárkvøldið og spælir nú á heilt annan hátt enn í fyrsta partinum av kappingarárinum (Mynd: EPA)

2019-02-19 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Ole Gunnar Solksjær tók yvir fyri Jose Mourinho, hevur Manchester United sæð út sum eitt heilt nýtt lið. Ein av leikarunum, ið tyktist at hava notið serliga væl av venjaraskiftinum, er Paul Pogba. Franski miðvallarin skoraði og legði upp í 2-0 sigrinum á Chelsea í FA Cup í gjárkvøldið. Pogba hevur nú skorað níggju ferðir og lagt upp til seks mál, síðani Solskjær kom til.

Søgan var ein onnur fyrr í kappingarárinum. Tað tyktist heilt greitt, at tað vóru trupulleikar ímillum hann og Mourinho. Orðini um 25-ára gamla leikaran vóru ikki mjúk, og tað var ikki uttan orsøk; Pogba tykiskt óáhugaður, og trupulleikin við hugburðinum og manglandi avrikunum fekk ímillum annað serfrøðingin hjá Sky Sports, Jamie Carragher, at siga soleiðis: 

- Eg veit ikki, um hann er verdur stríðið. Um Mourinho fer, so kann eg vissa United-fjepparar um, at teir ikki fara at síggja ein nýggjan Pogba. Eingin broytist so brádliga. Vit hava í tvey ár, sæð hvør leikari Pogba er seinastu tvey árini, og hann er ikki so góður, sum hann heldur seg vera. Hann er evnaríkur, men stóri trupulleikin hjá honum er, at hann skilur ikki spælið. 

Hetta segði 41-ára gamli viðmerkjarin í september, og stutt áðrenn Mourinho varð koyrdur, segði Carragher at Pogba er tann leikarin við minst disiplin nakrantíð. Í gjárkvøldið, eftir enn eitt sera gott avrik frá Paul Pogba, tweetaði ein United-fjeppari hesi sitatini og frámerkti Carragher, og eisini Gary Neville, fyri at minna fyrrverandi Liverpool-verjuleikaran á síni úttalilsi. Carra var skjótur at svarað í morgun: 

- Eg vóni, at tú vart púra ósamdur tá og ikki bert nú! Hann hevur verið ein opinbering, síðani OGS (Solskjær.red) kom til, tí hann hevur hevur latið hann(Pogba.red) spælt uttan at skula hugsa um at verja. Eg sá ikki fyri mær hesa vendina, so eg havi ongan trupulleikan við at siga, at eg tók feil. 

Carragher legði tó afturat, at tað broytur ikki uppá, at Pogba burdi havt avrikað betri fyri United og Mourinho fyrstu tvey árini - óansæð hvat leikhátturin og umstøðurnar vóru.

Næsti dystur hjá Paul Pogba og United er sunnudagin á heimavølli ímóti Liverpool. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder