Í gjár vann City oddadystin ímóti Leicester, meðan United fyrr í dag snávaði í móti Watford.
Seinni dysturin í Premier League í dag var ímillum Tottenham og Chelsea á Tottenham Hotspur Stadium, har Jose Mourinho tók ímóti sínum fyrrvernadi liðið Chelsea, ið hevur Frank Lampard, ið spældi nógv ár undir Mourinho, við róðri. Hetta var ein týðandi dystur í topp-4 stríðnum, har tað undan dystinum einans var trý stig á muni ímillum Chelsea á fjórða plássið og Tottenham á sjeynda plássið.
Chelsea hevði undan dagsins dysti tapt fýra av síðstu fimm dystinum.
Tað var Chelsea sum var omaná fyrstu løtuna, og eisini legði seg á odda tá 12 minuttir vóru leiktir við flottum máli frá Willian. Tottenham fekk fyrsta stóra møguleikan eftir 28 minuttir, men skotið frá Harry Kana fór uppum. Fýra minuttir inn í yvirtíðina av fyrra hálvleiki skoraði Willian enn einaferð, tá hann umsetti brotsspark til mál. Fyrst dømdi dómarin fríspark til Chelsea, men hann fekk boð frá VAR, um at døma brotsspark.
Tá ein góður tími var leiktur, var Son Heung-Min vístur av vølli tá hann sparkaði út eftir Antonio Rüdiger. Dómarin sá ikki støðuna, men hann fekk boðini frá VAR, um vísa Son av vøllinum.
Við sigrinum kemur Chelsea upp á 32 stig, og styrkir um sín støðu í topp-4 stríðnum. Tottenham liggur framvegis á sjeynda plássið og hevur nú seks stig upp til topp-4.
Seinasti dystir í átjanda umfarið ímillum West Ham og Liverpool er útsettur, tí Liverpool hevur verið í Katar, har teir hava vunnið HM fyri lið.
Premier League 18. Umfar:
Everton – Arsenal 0-0
Aston Villa – Southampton 1-3
Bournemouth – Burnley 0-1
Brighton – Sheffield United 0-1
Newcastle – Crystal Palace 1-0
Norwich – Wolves 1-2
Manchester City – Leicester 3-1
Watford – Manchester United 2-0
Tottenham – Chelsea 0-2
Útsettur:
West Ham - Liverpool
Støðan:
1. Liverpool (49 stig) *
2. Leicester (39 stig)
3. Manchester City (38 stig)
4. Chelsea (32 stig)
5. Sheffield United (28 stig)
6. Wolves (27 stig)
7. Tottenham (26 stig)
8. Manchester United (25 stig)
9. Newcastle (25 stig)
10. Burnley (24 stig)
11. Arsenal (23 stig)
12. Crystal Palace (23 stig)
13. Brighton (20 stig)
14. Bournemouth (19 stig)
15. Everton (19 stig)
16. West Ham (19 stig)*
17. Southampton (18 stig)
18. Aston Villa (15 stig)
19. Norwich (12 stig)
20. Watford (12 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald