Fótbóltur

Manchester United megnar ikki leiklutin sum favorittur

Ein brølari frá David De Gea og eitt ófantaligt brotsspark kostaði hjá United ímóti niðasta liðinum í Premier League Watford.

Ole Gunnar Solskær megnar ikki at finna uppskriftina til at vinna tey veikaru liðini (Savnsmynd: EPA)

Ole Gunnar Solskær megnar ikki at finna uppskriftina til at vinna tey veikaru liðini (Savnsmynd: EPA)

2019-12-22 16:15 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Átjanda umfar í Premier League byrjaði í gjár, har Manchester City millum annað vann á Leicester.

Í dag eru tveir dystir á skránni Premier League. Umframt Watford og Manchester United, so tekur Tottenham ímóti Chelsea nú klokkan 16.30

Á ársdegnum fyri fyrsta dystin hjá Ole Gunnar Solskjær, ein knúsandi 5-1 sigur í Cardiff, og tað sum United-fjepparar vónaðu fór at vera ein nýggj byrjan, avrikaði United sum vanligt í ár illa ímóti liði úr niðaru hálvu av stigatalvuni.

Talan var um ein javnan fyrra hálvleik við fáum málmøguleikum, tá Watford tók ímóti Manchester United. Tó hevði Jesse Lingard ein risa møguleika tá hann kom einsamallur ímóti málverjanum, men onglendingurin lobbaði bóltin uppum.

Watfrod legði seg á odda fimm minuttir inn í seinna hálvleik við málið frá Ismaila Sarr, eftir ein stóran brølara frá United málverjanum David De Gea. Tveir minuttir seinni gjørdist ilt verri fyri United, tá Aaron Wan-Bissaka tveitti seg í brotsteiginum og gjørdi brotsspark. Liðskiparin hjá Watfrod Troy Deeney var settur at skjóta, og hann var ísakaldur og skoraði trygt.

Eftir hetta var ein løta har Watford hevði stýr tamarhald dystinum, og var nærri við at økja til 3-0, enn at United minkaði um munin. Men sum dysturin leið  byrjaði United at trýsta og at skapa størri møguleikar. Serliga gjørdi innskifti Paul Pogba stóran mun í álopspartinum. Síðsta korterið skapti United fleiri stórar møguleikar, millum annað til Pogba og Rashford, men Ben Foster í Watford málinum stóð fyri hvørja ferð. Eisini hevði innksifti Mason Greenwood ein stóran møguleika, men hann lobbaði bóltin uppum.  

Samanumtikið vóru tað dýr mistøk frá De Gea og Wan-Bissaka, ið kostaði fyri United, samstundis sum leikararnir í álopspartinum ikki eru nóg hvassir tá møguleikarnir koma.

Hetta var fyrsti heimasigur í Premier League hjá Watford í ár, og við sigrinum kemur liðið upp á 12 stig, ið er tað sama sum Norwich hevur á 19. plássi.

Klokkan 16.30 tekur Tottenham ímóti Chealsea.

Seinasti dystur í átjanda umfarið ímillum West Ham og Liverpool er útsettur, tí Liverpool hevur verið í Katar, har liðið hjá Klopp hevur vunnið HM fyri lið.

Premier League 18. Umfar:

Everton – Arsenal 0-0

Aston Villa – Southampton 1-3

Bournemouth – Burnley 0-1

Brighton – Sheffield United 0-1

Newcastle – Crystal Palace 1-0

Norwich – Wolves 1-2

Manchester City – Leicester 3-1

Watford – Manchester United 2-0

Tottenham – Chelsea

Útsettur:

West Ham - Liverpool

Støðan: 
1. Liverpool (49 stig) *
2. Leicester (39 stig)
3. Manchester City (38 stig)
4. Chelsea (29 stig) *
5. Sheffield United (28 stig)
6. Wolves (27 stig)
7. Tottenham (26 stig)*
8. Manchester United (25 stig) 
9. Newcastle (25 stig)
10. Burnley (24 stig)  
11. Arsenal (23 stig)
12. Crystal Palace (23 stig)
13. Brighton (20 stig)
14. Bournemouth (19 stig)
15. Everton (19 stig)
16.  West Ham (19 stig)*
17. Southampton (18 stig)
18. Aston Villa (15 stig)
19. Norwich (12 stig)
20. Watford (12 stig)

*Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder