At lýsa øll stigini sum vórðu skoraði í Kansas City í gjárkvøldið, og alt undirhaldið sum var, hevði tikið eitt sindur av tíð og plássi. 82 stig og eitt skjótt og svakt comeback var høvuðsyvirskriftin.
Deshaun Watson og Texans, ið vendu Wild Card-dystinum móti Bills seinasta vikuskifti á høvdið, komu flúgvandi frá byrjan. Heimaliðið fekk ikki sítt spæl at koyra og gjørdi eisini nøkur dýr mstøk. Eftir smáar tjúgu minuttir var støðan 0-24. Texans hevði fingið fýra toucdowns, og tað sá einki út hjá Kansas City. Men so kom Mahomes í gongd. Frálíki quarterbakkurin førdi aftur og aftur sítt lið skjótt og væl frameftir vøllinum, og áðrenn steðgin hevði Chiefs lagt seg á odda.
Mahomes skræddi verjuna hjá Texans sundur. Her kann JJ Watt bert hyggja at (Mynd: EPA)
Alt koyrdi hjá heimaliðnum og áskoðarnir livdu av álvara við. Nú var tað útiliðið, ið gjørdi mistøkini og Texans fekk bert sjey stig seinastu 40 minuttirnar. Cheifs fekk 51, og Patrick Mahomes kastaði fimm touchdowns; eitt til Damien Willams, ið eisini rann bóltin tvær ferðir inn. Hetta var fjórðstørsta comecack í endaspælinum í NFL nakrantíð, og ongantíð hevur eitt lið skorað so nógv stig uppá so stutta tíð. Cheifs er í hálvfinaluni annað árið á rað, og er favorittur móti Titans á heimavølli. Titans hevur tó vunnið á útivølli móti Patriots og Ravens í endaspælinum.
Les eisini: Titans gjørdi tað aftur
Í hinari fjórðingsfinaluni bendi einki á, at tað av álvara fór at koma spenningur í. Ein rúgva av óløntum høvdu hjálpt at rudda vøllin á søguliga Lambeau Field fyri kava í vikuskiftinum, og heimaliðið Packers kom á odda 21-3 stutt fyri hálvleik. Aaron Rodgers rakti fyri aðru ferð stórspælandi Davante Adams við einum touchdownkasti í triðja fjórðingi, og og tá bleiv støðan 28-10. Admas loftaði 8 bóltum fyri 160 yards. "Hin Aaron" hjá heimaliðnum, Aaron Jones, rann bóltin inn í máløkið tvær ferðir.
Devante Adams gjørdi stóran mun fyri í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
Seahawks fall tó ikki í fátt. Verjan lat nú einki stig inn afturat, og Russell Wilson kom av álvara í gongd. Hann kastaði touchdown til stórspælandi Tyler Lockett (9 loftaðir bóltar, 136 yards og eitt touchdown). Marshwan Lynch (Beast Mode) fór buldrandi inn í máløkið tvær ferðir, men ov seint var; útiliðið megnaði ikki at koma á odda, og Packers er í NFC-finaluni, ið er onnur hálvfinalan. Har er ein drápilig uppgerð móti San Fransisco á skránni. Bæði liðini vunnu 13 dystir í grundspælinum.
Divisional Playoffs (fjórðingsfinalurnar):
11. januar
(NFC) San Fransisco 49'ers - Minnesota Vikings 27-10
12. januar
(AFC) Baltimore Ravens - Tennessee Titans 12-28
Kansas City Chiefs - Houston Texans 51-31
(NFC) 23.40 Green Bay Packers - Seattle Seahawks 28-23
Conference Finals (hálvfinalurnar):
Sunnudagin 19. januar
(NFC) San Fransisco 49'ers - Green Bay Packers
(AFC) Kansas City Chiefs - Tennessee Titans
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald