Fótbóltur

Christian Andreasen fær kapping um forsetasessin

John Eystberg stillar eisini upp til valið til aðalfundin hjá FSF 8. mars. Stríðsval verður eisini í starvsnevndini tá.

53-ára gamli vágbingurin er í løtuni venjari í ungdómsdeildini hjá HB (Mynd: hb.fo)

53-ára gamli vágbingurin er í løtuni venjari í ungdómsdeildini hjá HB (Mynd: hb.fo)

2025-02-17 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Christian Fríðbjartur Andreasen hevur síðani 2010 verið forseti í Fótbóltssambandi Føroya. Toftamaðurin gjørdi fyri kortum greitt fyri bolt.fo, at hann er fúsur til eitt tørn afturat.

Seinastu mongu árini hevur eingin stillað upp ímóti Christiani Andreasen, men hesaferð verður øðrvísi. Hetta er greitt, eftir at freistin fór á midnátt.

[object Object]
Christian Andreasen til aðalfund í 2022. Hann ætlaði sjálvur at gevast stutt seinni, men fleiri feløg heittu tá á sitandi forsetan um ikki at gera tað (Mynd: FSF)

Fótbóltssíðan bolt.fo skrivar í dag, at John Eystberg stillar upp til forsetavalið, sum verður í sambandi við aðalfundin hjá FSF 8. mars.

Sum skilst hava fleiri feløg heitt á hann um at stilla upp. 

John Eystberg er í løtuni ungdómsvenjari á gentusíðuni hjá HB. Hetta hevur hann verið seinastu árini. 53-ára gamli vágbingurin hevur eisini royndir sum spælari.

Sí eisini: John Eystberg fingið stóra viðurkenning frá UEFA

Fýra valevni um tríggjar sessir

Tríggir av teimum sjey limunum í starvsnevndini standa eisini fyri vali. Av hesum er greitt, at Rúni Herup Olsen ikki heldur fram. Róin Schrøter, varaforseti, og Fríðin Ziskason stilla upp aftur sambært bolt.fo, meðan tvey nýggj stilla upp.

Talan er um Jóannes Prestá, sum er formaður hjá Skála Ítróttafelag, og Sólrun Hendriksdóttir Sørensen úr Skálavík. Ymisk feløg standa aftanfyri hesi nýggju valevnini.

Harvið fýra valevni til tríggjar sessir. Sambært viðtøkunum, sum FSF í løtuni hevur, skal ein kvinna afturat í nevndina. 

Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya 2025 verður leygardagin 8. mars á Hotel Hilton. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder