Stóri og sterki miðverjin hjá HB, Samuel Johansen Chukwudi, verður ikki at síggja á føroysku leikvøllunum, tá fótbóltskappingin byrjar aftur í vár.
HB skrivar í dag, at Chukwudi er seldur til finska felagið SJK Seinäjoki, sum spælir í bestu finsku deildini.
Býurin Seiäjoki liggur góðar 300 kilometrar í ein útnyðring úr Helsingfors, nakað innan fyri Vaasa út móti finsku vesturstrondini. Talan er um 16. størsta býin í Finnlandi – har búgva, sambært Wikipedia knapt 67.000 fólk.
SJK hevur seinastu 11 árini spælt í bestu finsku fótbóltsdeildini, Veikkausliiga. Felagið hevur einaferð verið finskur meistari, tað var í 2015. Og einaferð finsku steypakappingina, tað var í 2016.
Seinastu tvey árini er felagið endað á fjórða plássi í finsku kappingini. SJK hevur sostatt vunnið sær pláss í Uefa Conference League í ár.
Samuel Johansen Chukwudi flutti í 2022 til Belgia har hann hevði sáttmála við stórfelagið Union SG og spældi við ungdómsliðinum har.
Hann hevur spælt fimm A-landsdystir fyri Føroyar, seinast tveri dystir í september móti Norðurmakedonia og Lettlandi. Hann er skrásettur fyri 61 dystir og 2 mál fyri HB í Betrideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald