Fótbóltur

City fyri 0-4 ósigri á heimavølli og fimta tapinum á rað

Pep Guardiola longdi sáttmála sín í vikuni, men Tottenham legði líka í. Liverpool kann økja munin upp í átta stig við sigri á Southampton í morgin.

Størsta tapið hjá Manchester City á heimavølli undir Pep Guardiola er veruleiki. Katalanski venjarin hevur ongantíð áður tapt fimm dystir á rað (Mynd: EPA)

Størsta tapið hjá Manchester City á heimavølli undir Pep Guardiola er veruleiki. Katalanski venjarin hevur ongantíð áður tapt fimm dystir á rað (Mynd: EPA)

2024-11-23 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester City hevur vunnið fýra ensk meistaraheitið á rað, men í løtuni sær liðið hjá Pep Guardiola út til at vera í fríum falli. 

Ein møguligur dómur fyri eina rúgvu av fíggjarligum brotum hongur yvir felagnum, sum nú hevur spælt fimm dystir seinastu 28 dagarnar - og tapt allar.

Hetta líkist ikki Manchester City, sum í løtum í dag varð skrætt sundur á heimavølli av einum væluppløgdum Tottenham-liði, tá Ange og hansara menn vitjaðu í 12. umfari.

James Maddison skoraði tvey flott mál fyrstu 20 minuttirnar á Etihad, og stutt eftir steðgin og í yvirtíðini økti Spurs. Samanlagt 4-0

[object Object]
Føðingardagsbarnið James Maddison (nr.10) var størsti einstaki spælarin hjá Tottenham í sigrinum (Mynd: EPA)

Størsta heimatapið í tíðini undir Pep Guardiola -í átta ár - er veruleiki, tveir dagar eftir at katalanski venjarin hevur undirskrivað nýggjan tvey ára sáttmála.

Hann hevur ongantíð áður tapt fimm dystir á rað vum venjari, men liðið hongur ikki serliga væl saman uttan langtíðarskadda Rodri, Kevin De Bruyne var bert innskiftari í dag, og Erling Haaland fær ikki málini. Tað er eisini ov lætt at skora móti meistarunum fyri tíðina, og í kvøld kostaðu greið mistøk í verjupartinum.

Flott avrik av Tottenham sum vinnur seg upp á 6. pláss. Triðja Premier League-tapið á rað hjá ferfaldu meistarunum - móti Bournemouth og Brighton í Suðuronglandi fyrr í mánaðinum. Ringa røðan byrjaði móti Tottenham í EFL Cup 26. oktober.

Eftir heldur minni umráðandi Champions League-dystur móti Feyenoord bíðar týskvøldið í Manchester, áðrenn liðið fer til Liverpool sunnudagin 1. desember at vitja oddaliðið. Hetta verður avgjørt lykladystur.

Stigatalvan, úrslitini og dystarskráin í Premier League sæst her

Liverpool kann Í morgin økja munin upp í átta stig til meistararnar, og í níggju stig til Arsenal, Chelsea og hini beint undir. Hetta um Arne Slot og hansara menn sum væntað halda á við sigursrøðini, tá teir vitjað uppflytaran Southampton.

Manchester United, ið er heilt langt frá oddinum, hevur eisini uppflytara á skránna. Tað serliga við dystinum móti Ipswich er, at hetta verður fyrsti dysturin undir nýggja portugisiska venjaranum, Ruben Amorim.

Stigatalvan, úrslitini og dystarskráin í Premier League sæst her

Daført: 20.16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder