
Týskvøldið vann Tottenham ikki óvæntað 2-0 á Brentford, og nú er greitt hvat mótstøðuliðið hjá Mourinho og hansara monnum verður í finaluni. Hálvfinalan í Manchester í gjár endaði 0-2, og harvið verður tað Guardiola móti Mourinho í finaluni á Wembley 25. apríl. Hon verður spæld so seint - tveir mánaðir seinni enn ætlað - tí vónað verður at fáa áskoðarar inn.
Tað verður fjórða árið á rað, at City skal spæla í finaluni. Í fyrsta árinum hjá Pep Guardiola í Ongalandi varð liðið sligið út á Old Trafford móti United og Mourinho, ið vunnu kappingina. Í 2018, 2019 og 2020 kundu teir í ljósbláum, ið kundu lyfta steypið eftir finalusigrar á ávíkavist Arsenal, Chelsea og Aston Villa. Eftir uppiborna sigurin í gjár er greitt, at City í apríl hevur møguleikan at gera eins og Liverpool í fyrru hálvu av 80'unum og vinna kappingina fýra ár á rað og átta ferðir samanlagt.
Í fyrra hálvleiki á Old Trafford var tað mest merkisverda, at trý mál vórðu kolldømd - øll vegna greiða rangstøðu. Tvær ferðir fekk City bólin framvið Dean Henderson, meðan United eisini einafeð hevði bóltin í City-málinum. Tað vardi Zack Steffen aftur í gjár, og amerikumaðurin hevði eina góða bjarging, tá Bruno Fernandes royndi seg stutt uttanfyri brotsteigin. Stutt seinni rakti Kevin De Bruyne stongina, men tað var stutt eftir steðgin, at tað kom hol á hjá City.
John Stones hevði eitt gott kvøld í gjár (Mynd: EPA)
De Bruyne stóð fyri frísparksinnleggi úr vinstru, eingin United-leikari kom á bóltin, sum við aftaru stong rakti John Stones og síðani fór í mál. Verjuleikarin er av álvara komin fyri seg aftur og spældi sannførandi saman við Ruben Dias í miðverjuni í gjár. Heimaliðið kom ikki til nakað nevnivert uttan eitt Fernanes skot stutt inni í brotsteignum, og Fernandinho lukkaði dystin. Tað gjørdi City-liðformaðurin við góðum skoti beint uttan fyri brotsteigin, har bólturin endaði í samband við eitt hornaspark.
Myndir: EPA
United tapti eisini í hálvfinaluni í Carabao Cup í fjør, í hálvfinaluni í FA Cup og í hálvfinaluni í Europa League. Harvið hevur liðið hjá Solskjær ávísar trupulleikar við at fáa tað at koppa til sín í avgerandi dystum. City var omaná í gjár og tykist at vera aftur á veg til sítt vanliga støði.
Carabao Cup hálvfinalur
06/01
Manchester United - Manchester United 0-2 (0-0)
50' John Stones 0-1
83' Fernandinho 0-2
05/01
Tottenham - Brentford 2-0 (1-0)
12' Moussa Sissoko 1-0
70' Heung Min-Son 2-0
Finala (25/4): Tottenham - Manchester City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald