Premier League fer nú í seinastu fasuna. 18 lið hava bert ein dyst eftir, og eftir dystirnar í vikuskiftinum er greitt, at Cardiff flytur niður saman við Fulham og Huddersfield, og at Chelsea og allarhelst Tottenham fáa tvey tey seinastu Champions League-plássini. Manchester United og Arsenal snávaðu aftur, og harvið er tað bert spenningur um meistaraheiti undan seinastu dystunum.
Liverpool gjørdi sítt leygarkvøldið í dramatiskum 3-2 sigri á Rafa Benitez og hansara monnum. Divock Origi avgjørdi dystin í Newcastle stutt fyri leiklok, og nú er trýstið aftur á Manchester City. Pep Guardiola og hansara menn skulu eisini royna at basa liðnum hjá einum fyrrverandi Liverpool-venjara í næstseinasta umfari. Júst Brendan Rodgers stóð á odda, tá Liverpool var í tættari kapping við City fyri fimm árum síðani.
Í 2014 fór Manchester City avstað við tí, og um liðið vinnur teir báðar seinastu dystirnar, so stendur liðið við sínum fjóða meistaraheiti uppá átta ár. Í vikukskiftinum er uppgávan Brighton á útivølli. Leicester í kvøld er truplari mótstøðulið og hevur í ár staðið seg væl móti topp-seks liðnum. 2. jóladag vann Leicester 2-1 á Manchester City, og Jamie Vardy hevur eisini ein vana at skora móti stórum liðum. Nú trýst er á, kann talan gerast um ein sera truplan dyst fyri City.
Liðið hjá Guardiola er tó favorittur í kvøld, men skal hava trý stig fyri at Liverppol ikki skal hava fyrimunin undan vikuskiftinum.
20.00 Manchester City -Liverpool (6'arin/Viaplay)
Støðan í oddinum:
Liverpool 94
Manchester City 92 *
*Ein dyst færri
Fótbóltur
City kann tryggja sær dystarbólt
Brendan Rodgers og Leicester skulu royna at arga í Manchester í kvøld.
Jamie Vardy og Leicester vitja Manchester City í seiansta dystinum í 37. umfari (Mynd: EPA)
2019-05-06 14:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald